Tá endin er góður...

Fótbóltur: Eftir eina rótuta byrjan er bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið nú liðugt

Mikukvøldið varð 24. og seinasti dystur í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið.

KÍ vann 1-0 á NSÍ, og sostatt endaðu KÍ og HB við sama stigatali og sama málmuni í bólki 1.

Upprunaliga ætlaði FSF at áleggja liðunum at spæla umdyst fyri at staðfesta vinnaran av bólkinum, men bæði feløgini ynsktu heldur at finna vinnaran við lutakasti.

Lutakastið fór fram hósdagin klokkan 14.00 í ÍSF-húsinum, og tað endaði við, at KÍ vann bólkin og HB endar sum nummar tvey.

Sostatt síggja fjórðingsfinalurnar, sum skulu spælast dýra biðidag tann 8. mai, soleiðis út: HB-B68, KÍ-ÍF, B36-VB og GÍ-NSÍ.


Alt steðgaði upp

Steypakappingin hevur verið nógv tarnað av kavanum, sum legði seg um páskirnar, og so at siga allir dystirnir máttu útsetast. Fyrsta umfarið, sum varð spælt fyrsta vikuskiftið í apríl, varð avgreitt uttan trupulleikar, men so steðgaði alt upp. Kappingarnevndin hjá FSF legði eina nýggja skrá, og hon varð hildin. Upprunaliga skuldi bólkaspælið enda síðsta sunnudag, og bert ein dystur lá eftir, og hann bleiv so spældur mikukvøldið.

Tað hevur verið torført at fylgt við øllum, men nú eru tey seinastu átta liðini so funnin.


Kunnu fáa nakrar spennandi hálvfinalur

Tað er ilt at fáa eyga á nakran favoritt í kappingini. Eingin av teimum fýra FM-favorittunum (B36, GÍ, HB og KÍ) hittast í fjórðingsfinalunum og hava øll heimavøll, og um hesi liðini liva upp til tað, tey flestu vænta av teimum, kunnu vit rokna við tveimum sera spennandi hálvfinalum. Um so verður, at hesi fýra liðini koma víðari, síggja hálvfinalurnar soleiðis út: HB-B36 og KÍ-GÍ.


Øll hava kjansin

Men við hesum er als ikki sagt, at hini fýra liðini ikki kunnu gera vart við seg.

VB slóg B36 úr kappingini í hálvfinaluni í fjør, og GÍ og NSÍ hava spælt nógvar steypadystir ? ikki minst í fjør ? sum so at siga allir hava verið javnir og spennandi.

Harafturat er vert at nevna, at tað ikki eru stór sannlíkindi fyri, at lið, sum hava verið í bólki saman, kunnu møtast aftur fyrr enn í finaluni, og tað ger altíð kappingini betri, at tað ikki eru tey somu liðini, sum spæla móti hvørjumøðrum.

Einastu møguligu endurtøkur í hálvfinalunum eru NSÍ-KÍ og B68-VB.

Fjórðingsfinalurnar verða sum nevnt spældar dýra biðidag 8. mai, og tað kann gerast strævið hjá serliga NSÍ og VB, sum longu dagin eftir skulu spæla landskappingardyst í Vági! Hini liðini fáa ein hvílidag ímillum ? tey skulu ikki spæla fyrr enn 10. mai, tá annað umfar í landskappingini verður avgreitt.