Tíbetur er tað framvegis soleiðis, at munurin millum frægastu fótbóltsliðini í landinum er ikki størri, enn at tað ikki ber til hjá nøkrum at vinna sovandi ella við aðrari ella báðum ørmunum á rygginum.
Tað varð aftur staðfest, tá vágbingar vóru í Gøtu sunnudagin. Tá hálvur tími var eftir, var heimaliðið á odda 3-0, og spurningurin var heldur enn hvør fór at vinna, hvussu stórur sigurin hjá GÍ fór at verða.
Men so var tað, at vágbingar fingu um endan, teir javnaðu til 3-3, og í síðstu løtu var um reppið, at teir fingu sigursmálið. Magni Magnussen royndi seg við langskoti, og Sunnvard Joensen (vunnið málverjuplássið aftur) fekk bjargað undir tvørtrænum.
GÍ, sum var skert, tí smáskaddu Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Pól Ennigarð og Søren Skov Jørgensen vóru ikki við, fekk tvey mál fyrra umfarið. Súni Olsen setti hol á, eftir at Heini Heinason hevði vunnið takling, tá vágbingar høvdu kastað innkast aftur til málverjan, og Heini stútaði til 2-0 eftir innlegg úr borðinum.
Tíðliga í 2. hálvleiki økti Heini Heinason til 3-0. Hann ætlaði at leggja innfyri til leysan Sámal Joensen, men hann heilkiksaði, og bólturin sigldi so omanfyri Bjarna Johansen og í málið.
Og so var tað, at VB tók um endan. Gøtumenn vóru frammarlaga, tí teir ætlaðu sær allir at gera mál, og tað sektaði VB. Við kvikum spæli brutu teir ígjøgnum verjuna, og tríggjar ferðir fingu teir fulla nyttu burturúr, tá teir meiri ella minni komu einsamallir við Sunnvardi Joensen.
Hevði VB fingið sigursmálið, so høvdu teir vunnið seg framum B68 í bólki trý, men tað gjørdist ikki meiri enn hóttanin, og ivaleyst hevði tað verið ringur smakkur í munninum hjá gøtumonnum, um teir høvdu verið orsøkin til, at oyggjafelagarnir á Toftum soleiðis høvdu verið noyddir at traðka eitt stig niður á stiganum, og aftur høvdu verið noyddir at fara inn til Gøtu at spæla í fjórðingsfinaluni.
GÍ-VB 3-3 (2-0)
1-0: Súni Olsen
2-0: Heini Heinason
3-0: Heini Heinason
3-1: Birgir Jørgensen
3-2: Magni Magnussen
3-3: Dan Djurhuus