meiri uppá seg, at fólk gáa um urtagarðin hjá sær. ? Við hvørt renna vit okkum í eina at síggja til ómøguliga uppgávu, men tað taki eg sum eina avbjóðing. Nógv hava eisini sagt við meg, at hetta er ikki [...] føroyski annlegsgartnarin. ? Eg havi altíð verið hugtikin av urtagarðsarbeiði, eins og mamma og omma mín, so eg havi ongantíð ivast í, at tað var innan urtagarðsyrkið, eg skuldi fáa mær útbúgving, sigur Rúna [...] ein urtagarð upp frá grundini við at gera gott undirlendi. Hetta hugtekur meg mest, tí tað tú byggir verður verandi. Áðrenn eg fór undir útbúgvingina søgdu nógv við meg, at slíkt arbeiði er ómøguligt í
Tíðliga um summarið koma allar tær stóru maskinurnar úr Eysturoynni. Tá ið pengarnir eru brúktir fara tær avstað aftur. Men tá er so lítið komið burturúr hesi milliónini. ? Eg meini so við, at nógvir pengar [...] pengar verða nýttir at leiga Dúgvuna, at koma til Kalsoynna við maskinunum. Pengarnir verða alt ov óeffektivt nýttir. ? Tað hevði verið nógv betri, um maskinurnar vóru í oynni í longri tíð. Tá hevði samstundis [...] ísambandi við vegagerð og tunlar. Ætlanin hevur allatíðina verið at gjørt eina ferjulegu á Syðradali, so Dúgvan kann leggja at á veg um Leirvíksfjørð, og Kalsoyggin á tann hátt kann fáa betri samband við Klaksvík
Tórshavnar kommuna - við ella uttan Tórshavnar Havn - ikki skuld av týdningi fyri samlaða kommunala búskapin. Óansæð, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum roynir at tekna eina aðra mynd við at vísa til “fjalt” [...] skipanin við fastløgdum karmum bæði um rakstur, íløgur og skattaprosent, javning, blokkstuðul og smálutastýring við revsimekanismum, so er kommunala sjálvræðið bert eitt eiti. Eg kann at enda vísa á, at vit [...] Eg kundi hugsað mær at vitað, um løgmaður og hini landsstýrisfólkini taka undir við hansara ódámligu tekning av kommunalu fíggjarviðurskiftunum, fyri á tann hátt at rættvísgera neyvari stýring av kommununum
búðskaparfrøðingur. Nú er at ansa sær. Einki er í veruleikanum at halda sær til í sjálvstýristankanum akkurát nú. Men tað kemur. Føroyingar skulu hava sjálvstýri tann dagin, tað kann lata seg gera, men ikki [...] boð er at loysingin skal koma. Vit hava øll eyðkenni hjá einum sjálvstøðugum samfelag: søgu, mál, mentan og so framvegis. Men loysing við hóvsemi. Fyri okkara egnu skuld. Høgni! Eingin grund er at leypa [...] skal gjalda morgunmatin? Sjáldan havi eg sæð eina ætlan so bláoygda sum hesa. Eg skrivi sum búskaparfrøðingur. Ætlanin er eitt stórt fuppnummar. Tí vit hava einki at hava sjálvstýri í akkurát nú. Hetta er
Okkara integritetur er ikki til sølu. Eg kenni meg vanhalgaðan og ærumeiddan, og eg kann einki gera við tað, annað enn at siga sum er; við vón um, at fleiri onnur rakna við og gera sítt. Tí tað, sum hendur [...] ofta fyri at festa seg: Tað varð beinleiðis sagt og lovað, at vanlig arbeiðsfólk skulu merkja lættan av flatskattinum, og tað skuldi loysa seg at arbeiða; men tá ið Jørgen Niclasen sigur, at tað skal loysa [...] loysa seg at arbeiða, gloymir hann at siga, at arbeiðarin má vinna sær einar eyka 100.000 kr um árið fyri at fáa ein skattalætta, ið ger mun. Tær fáu hundrað eyka krónurnar um mánaðin hjá lágløntum verða
Okkara integritetur er ikki til sølu. Eg kenni meg vanhalgaðan og ærumeiddan, og eg kann einki gera við tað, annað enn at siga sum er; við vón um, at fleiri onnur rakna við og gera sítt. Tí tað, sum hendur [...] ofta fyri at festa seg: Tað varð beinleiðis sagt og lovað, at vanlig arbeiðsfólk skulu merkja lættan av flatskattinum, og tað skuldi loysa seg at arbeiða; men tá ið Jørgen Niclasen sigur, at tað skal loysa [...] loysa seg at arbeiða, gloymir hann at siga, at arbeiðarin má vinna sær einar eyka 100.000 kr um árið fyri at fáa ein skattalætta, ið ger mun. Tær fáu hundrað eyka krónurnar um mánaðin hjá lágløntum verða
SKIPASMIÐJAN Á Skála eru teir í fult sving við at gera klárt til at byggja skip. Tað verður hósdagin, at teir alment fara at byrja uppá skipið. Sveisararnir úr Póllandi koma mánadagin í næstu viku. Menn hava ruddað [...] sjálvandi nógv at hava pólendingarnar her og veita teimum hotellskip og skipa soleiðis fyri, at teir hava okkurt at gera í frítíðini. Eg skal ikki siga, at tað ikki er ein fíggjarligur vinningur í at fáa pólendska [...] eyguni. Eg vóni tó, at vit einaferð í framtíðini aftur sjálvir verða førir fyri at byggja skip, sigur Johan. Byggihøllin hevur mest sum staði í forfall síðani 1988. Nú sær hon tó snøgg út, eftir at menninir
helt í sínum ummæli, at tað fór at vera ov dýrt at byggja slíkt sjúkrahús í mun til tørvin. Hann kundi taka undir við at byggja móttøkuhús úti á bygd, men legði eina við, at eitt rættiligt sjúkrahús [...] fyri í 1889, at ein slík játtan mátti skiljast sum at ætlanin hevur verið, at eingin rættilig vakt skuldi vera um tey sinnissjúku! Sinnissjúkur av at vera lækni í Klaksvík Ein frásøgn er um, at landslæknin [...] biðin um at gera viðmerkingar til klagur um millum annað læknan í Klaksvík, Linde. Í brævi til amtið frá landslæknanum sæst, at klagað var um, at Linde var so snarsintur og ófólkaligur við sjúklingarnar
Luksenburg gekk við til at taka undir við nýggju skipanini, treytaði tað sær, at eisini "bankalond" uttan fyri ES skuldu koma undir skipanina. Sveitsisku bankarnir eru alt annað enn fegnir um at geva skatt [...] sveitsiska stjórnin at fáa ymsar ágóðar afturfyri, skal hon áleggja bankunum at lata upplýsingarnar. Higartil er tey sveitsisku krøvini so mikið stór, at fleiri ES-lond sýta fyri at góðtaka tey, og tískil [...] verið medvirkandi til, at Microsoft valdi Keypmannahavn sum vert fyri framsýningini í Evropa. Statoil seldi Eftir at donsk bløð hava skrivað, at almenna danska felagið DONG skuldi keypa rættindini hjá Statoil
hon fer at sigla. Nýggja ferjan hevur battarí og kann sigla ein parta av tíðini uttan at brúka motor. Tá ið hon siglur við battaríi, er hon ljóðleys og kann sostatt sigla allastaðni, uttan at órógva fuglalívið [...] havnunum mugu lagast til, at nýggja ferjan fær lagt rampan niður. Tað er ikki allastaðni, at tað ber til, men tað er ikki nøkur dýr søga at gera tað, tí eg vænti, at kostnaðurin fyri at laga atløguviðurskiftini [...] so at sigla hana heim fyrst í oktober. Í Føroyum skal hon so aftur í royndarsigling, har størsti denturin verður lagdur á at royna atløguviðurskiftini í teimum ymsu bygdunum, har tað er væntandi at hon