Eru tit veruliga nøgd?

Dávid Isfeld
-------

Eftir løgtingsvalið var greitt, at Føroya fólk hevði givið sjálvstýris- og fullveldisflokkunum 19 tingfólk íalt. Í samgonguni eru tríggir flokkar, 11 tinglimir íalt, sum vilja hava fullveldi ella fult sjálvstýri, og so er ein sambandsflokkur við 8 tinglimum. Ístaðin fyri eina sjálvstýrissamgongu hava vit í dag eina samgongu, sum fer niður til Danmarkar at bidda meira pengar.

Nakrar dáragerðir
Hetta er sagt mangan, men nøkur ting mugu sigast ofta fyri at festa seg: Tað varð beinleiðis sagt og lovað, at vanlig arbeiðsfólk skulu merkja lættan av flatskattinum, og tað skuldi loysa seg at arbeiða; men tá ið Jørgen Niclasen sigur, at tað skal loysa seg at arbeiða, gloymir hann at siga, at arbeiðarin má vinna sær einar eyka 100.000 kr um árið fyri at fáa ein skattalætta, ið ger mun. Tær fáu hundrað eyka krónurnar um mánaðin hjá lágløntum verða burtur í tí, tey dagliga keypa – fylg bara við í matprísunum fyrstu mánaðirnir næsta ár.
Teir 3 sjálstýrisflokkarnir í samgonguni søgdu “nei” til at tiðna blokkin, men nú siga allir “ja”. Eisini fer samgongan at skatta pensjón við inngjald, so vit fáa pengarnar í landskassan nú, men koma at mangla teir í framtíðini. Og nú eru 4 lønmóttakarar pr. pensjónist, meðan kanningar vísa, at tað bert verða 2 lønmóttakarar pr. pensjónist um eini 30 ár. Sostatt fara vit at hava alstóran tørv á hesum skattakrónum í framtíðini, men samgongan vil heldur pissa í buksurnar nú og handa okkum hesar køldu pissibuksur um 30 ár. Tað verða ikki samgongulimirnir, sum koma at kenna ótespuliga váta kuldan um 30 ár.
Hetta skuldi verða búskaparátakið hjá samgonguni. Hann náði okkum. Sita tit, ið hava valt hesar flokkar, veruliga og hugsa: “hatta var stórt sæð tann politikkur, eg ynskti mær”? Nógv av tí, sum er gjørt, er í beina andsøgn við tað, flokkarnir í samgonguni søgdu áðrenn valið.

Samgongan vanvirðir serfrøðina
Vit hava óivað ta arrogantastu samgongu í heiminum. Tey sita har við síni læraraútbúgving og studentsprógvi og skýggja ráðunum hjá búskaparfrøðingunum, sum eru løntir fyri at ráðgeva okkara leiðarum. Eitt er, at politikarar velja at tillaga boðini frá serfrøðini eftir skilagóðari meting, sum tekur støði neyvum kanningum. Men soleiðis er tað yvir høvur ikki.

Hvat skal til?
Hvussu leingi skulu vit hoyra vanæruligu fávitsku orðini frá drumba-dreinginum ytst á Tinganesi? Hvat halda tit sosialdemokratiska stjórnin í Danmark fer at siga, tá Føroya Løgmaður kemur at bidda pengar, ið skal fíggja ein skattalætta, sum bert gevur fleiri pengar til tey vælhavandi í Føroyum? Skattalætti til frama fyri tey vælhavandi er ikki sosialdemokratiskur politikkur. Væl gagnist tí vanæruliga fylgi, ið fer við sínum skammleysa lógva til Christiansborg. Tey, ið spátta seg sjálv, eru fullspáttaði. Hetta, veit eg, smakkar heldur ikki væl hjá mongum sambandsfólkum – so kann “naivius maximus” kalla tað ein “rættur” so galið hann vil. Okkara innasta og stolta kensla av sjálvbjargni og fatan av ábyrgd letur seg ikki lumpa. Okkara integritetur er ikki til sølu. Eg kenni meg vanhalgaðan og ærumeiddan, og eg kann einki gera við tað, annað enn at siga sum er; við vón um, at fleiri onnur rakna við og gera sítt. Tí tað, sum hendur nú, er átalu vert. Kanska áttu vit enntá at farið fjølment oman á Tinganes at siga okkara hugsan. Og um vit framhaldandi verða vanvird við smílum og lygnum, reka vit Landsstýrið og Tingið til hús.