Byrjað varð at gera veg í Kalsoynni í 1972. Eisini varð farið ígongd við teir umleið 12 kilimetrarnar av vegi millum Húsar og Syðradals. Arbeiðið kom rættiliga langt, men so steðgaði upp. Í nógv ár varð lítið og einki gjørt við hetta vegastrekkið, hóast tað bara var umleið 1 km. eftir at gera. Fyri eini 10 árum síðani varð farið í gongd aftur, men meðan kreppan leikaði, varð alt steðgað aftur. Enn er vegurin ikki liðugur, men nú manglar tað bara umleið 200 metrar.
? Í fleir ár strandaði tað uppá einar 500 metrar. Hesi seinastu árini hevur tað verið gjørt umleið 100 metrar hvørt ár, tað er alt, sigur Jógvan Sámal Heldarskarð.
Alt ov óeffektivt
Nú er ein smoltstøð komin at liggja á hesum vegastrekkinum, og tað hevur hjálpt eitt sindur, soleiðis at meir er gjørt.
Men Jógvan Sámal heldur, at pengarnir verða nýttir ov lítið effektivir. Játtað verður ikki meir enn ein millión um árið til hetta arbeiðið. Í fjør varð kortini játtað ein hálv millión afturat. Tíðliga um summarið koma allar tær stóru maskinurnar úr Eysturoynni. Tá ið pengarnir eru brúktir fara tær avstað aftur. Men tá er so lítið komið burturúr hesi milliónini.
? Eg meini so við, at nógvir pengar verða nýttir at leiga Dúgvuna, at koma til Kalsoynna við maskinunum. Pengarnir verða alt ov óeffektivt nýttir.
? Tað hevði verið nógv betri, um maskinurnar vóru í oynni í longri tíð. Tá hevði samstundis nógv meir kom burturúr, og pengarnir høvdu eisini verið meir effektivt nýttir.
Sambandið er lívæðrin
Eini 100 milliónir eru nýttar á Kalsoynni ísambandi við vegagerð og tunlar. Ætlanin hevur allatíðina verið at gjørt eina ferjulegu á Syðradali, so Dúgvan kann leggja at á veg um Leirvíksfjørð, og Kalsoyggin á tann hátt kann fáa betri samband við Klaksvík og Eysturoynna. Henda verkætlanin er mett at kosta 15 milliónir krónur, og tá er vegur eisini uppí oman til ferjuleguna.
? Um hetta arbeiðið ikki verður gjørt, so koma hinar 100 milliónirnar, sum eru nýttar á oynni, als ikki til sín rætt.
? Og neyðugt er at fáa hetta skjótt. Sambandið er jú sjálv lívæðrin hjá okkum. Sjálvur vænti eg, at fólk fara at flyta av oynni, um hetta sambandið ikki kemur rættliga skjótt.
Spart undirskoti hjá Barski innaftur
? Sum nú er, verður bara ein millión játtað um árið. Við hetta lag fer tað í øllum førum at taka frá 15 upp til 25 ár, áðrenn hetta verður liðugt. Pengarnir verða tá nevnliga nýttir so óeffektivt, og tí kann tað eisini koma at kosta meir.
? Eitt annað, sum eisini talar fyri, at betri var at játta eina størri upphædd, so hetta arbeiðið varð liðugt uppá eini trý ár, er, at Barskur hvørt ár gevur umleið eina millión í undirskot. Um játtanin hevði verið størri, so ferjulegan var liðug um eini trý ár, so hevði ikki verið neyðugt hjá Barski at siglt, og milliónin, sum hann gevur í undirskot, hevði verið spard burtur og eisini vunnin innaftur.
? Undirskotið hjá Barski svarar eisini til tað vit fáa játta hvørt ár.
Dúgvan leggja at
Á veg um leirvíksfjørð kundi so Dúgvan lagt inn á Syðradali eini tríggjar ferðir um dagin, so fólk í oynni sluppu til og frá arbeiði, um tey arbeiða í Klaksvík ella aðrastaðni. Hjá Dúgvuni hevði tað ikki tikið meir enn eini 10 minuttir eyka um Leirvíksfjørð, um hon legði at á Syðradali á vegnum, heldur Jógvan Sámal.
Kommunulimir frá Kalsoynni hava greitt Finnboga Arge, landsstýrismanni í samferðslumálum frá støðuni. Hann hevur kortini ikki lovað nakað, men sigur seg nú betri skilja støðuna hjá teimum á Kalsoynni.
Jógvan Sámal, sum sjálvur eru í Mikladals/Trøllanes kommunu, hevur tó betri vónir nú, at teir fáa hækka hesa játtanina, nú Norðoyggjar eru so væl umboðaðar í løgtingi og landsstýri.
Ikki útoyggj
? Hóast Kalsoyggin ikki er ein útoyggj, verður hon ofta hildin at vera tað. Útoyggjar fáa serstakan studning til flutning og annað frá landinum, men tað fær Kalsoyggin ikki. Hon má klára seg uttan henda studningin.