Eg kundi hugsað mær at vitað, um løgmaður og hini landsstýrisfólkini taka undir við hansara ódámligu tekning av kommunalu fíggjarviðurskiftunum, fyri á tann hátt at rættvísgera neyvari stýring av kommununum, og við hansara grovu ákærum um, at kommunurnar í uppgerðum og roknskapum hava “fjalt virksemi”, so ikki ber til at síggja, hvussu veruliga kommunala virksemið sær út, og hvussu stór skuldin, ið kommunur hefta beinleiðis fyri, er.
Tá ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum brúkar vendingina "fjalt virksemi", so fáa fólk ta fatan, at kommunurnar seta til viks reglur og lógir - at tær tilvitað bróta lógina við kreativum loysnum.
Hetta er ein sera álvarsom ákæra. Allar kommunalar útreiðslur ganga fram í roknskapunum. Sjálvsognarstovnar hava egnar roknskapir, men útreiðslurnar, sum kommunan hevur, eitt nú til løn til pedagogar, stuðul til lán og íløgur v.m., síggjast í kommunala roknskapinum.
Nei, her er einki fjalt - og eingin lóg er brotin, tað vildi heldur eingin ríkisgóðkendur grannskoðari havt góðkent.
Í tíðindunum leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kommunurnar undir at hava 300 mió kr. í halli, áðrenn roknskapir fyri 2008 yvirhøvur eru latnir inn, men kanska hevur hann tølini úr fíggjarætlanunum frá desember í 2007, og um so er, ivist eg stórliga í samfelagsvirðinum av kommunala eftirlitinum!
At nakrar kommunur hava mett sínar inntøkur ov høgt, er kanska nakað, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eigur at hava eyguni við, samstundis sum hann eigur at bøta um atgongd kommununnar til eftirfarandi tøl frá TAKS, tá um inntøkur ræður. Kommunur hava eisini minkað um ætlaðu íløgurnar, eins og fleiri hava sett tiltøk í verk fyri at tálma rakstrarútreiðslunum, nú búskaparvøkstrinum sær út til at minka.
Sambært TAKS er persónsskattainntøkan fyrstu 9 mánaðirnar í ár 998 mió kr. Kommunurnar hava mett skattainntøkuna í 2008 til 1,367 mia. Afturat hesum kemur kommunali parturin av partafelagsskattinum. Hetta eru sjálvandi heildartøl.
Staðfestast kann, at samlaði kommunali búskapurin stendur ikki fyri nøkrum hóttafalli - og kommunali búskapurin fer heldur ikki at máa støðið undan samlaða almenna búskapinum, so sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil hava tað at ljóða. Her hava kommunurnar fíggjarstýrt við skili.
Eitt parametur í tí sambandi er kommunuskuldin. Um allar kommunur høvdu skuld svarandi til eina álíkning, so var skuldin 1,4 mia. Tórshavnar kommuna fyllir nærum helvtina av kommunala búskapinum, og sum kunnugt hevur Tórshavnar kommuna - við ella uttan Tórshavnar Havn - ikki skuld av týdningi fyri samlaða kommunala búskapin. Óansæð, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum roynir at tekna eina aðra mynd við at vísa til “fjalt”, ja, hálvavegna kriminelt virksemi, so er samlaða kommunuskuldin ikki trupulleikin.
Landsstýrið hevur sett sær sum mál at reka almennan búskaparpolitikk, og tí er neyðugt at hava neyvt "yvirlit" við kommunala búskapinum, verður sagt. Frá "yvirliti" til "eftirlit" og víðari til "stýring" er sera stutt. Yvirlit er nakað, man fær sær, eftirlit er álagt, meðan stýring er beinleiðis politikkur.
Kommunustýrislógin gevur kommunum frælsi, men við felags fíggjarkørmum millum land og kommunur, eins og við ítøkiligari lóggávu, tekur landið innaftur hetta frælsið - til at stýra almenna búskapinum, verður sagt. Hetta er tó ikki allur sannleikin, og tí er tað í veruleikanum kommunala sjálvræðið, ið stendur fyri hóttafalli, ikki búskapurin.
Tí tá ið fremsta fyrimyndin er danska kommunala skipanin við fastløgdum karmum bæði um rakstur, íløgur og skattaprosent, javning, blokkstuðul og smálutastýring við revsimekanismum, so er kommunala sjálvræðið bert eitt eiti.
Eg kann at enda vísa á, at vit tíanverri enn ganga fremst, tá umræður at herma. Tá síðsta kopi av roknskaparreglum fyri kommunur varð sett í verk, var upprunalandið Danmark tíanverri farið frá hesari skipan, tí hon var ónýtilig, men henda er galdandi til nýggjárs.
Eg skal vera hin fyrsti at heilsa einari tiltrongdari roknskaparreglugerð vælkomnari, men eg finni meg ikki í slíkari dálking frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Um eg bað landsstýrið sópa fyri egnari hurð, kundi eg víst á uppgávubýtið frá ár 2000, tá land og kommuna stóðu við tveimum felags órøktum økjum, nevniliga barnaansingar- og eldraøkinum. Kommunurnar átóku sær at fáa skil á barnaansingarøkið. Føroya fólk kann sjálvt siga sína hugsan um eldraøkið og hvussu har stendur til!
Í Danmark hevur tað eydnast forsætisráðharranum at taka stig til at tálma framferðarháttinum hjá ríkisstjórnini móti kommununum, millum fólk nevnt “cirkulæreterror”. Men nú er hesin sami framferðarháttur nýfunnið vápn í amboðskassanum hjá okkara fíggjarmálaráðharra.
Tí heiti eg á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at taka mótmælið hjá Kommunusamskipan Føroya til eftirtektar og aftur at finna fram til viljan um felags stev og felags mál, tá umræður roknskaparverk kommunanna.
Eg bíði framvegis eftir umbidna fundinum við landstýrismannin í fíggjarmálum um hetta álvarsmál.










