Altíð havt grønar fingrar

? Urtagarðsarbeiði hevur altíð hugtikið meg, so eg havi ongantíð ivast í, at tað var innan urtagarðsyrkið, eg skuldi fáa mær útbúgving, sigur Rúna Árnastein Egholm, ið er fyrsti føroyski annlegsgartnarin

 

Turið Kjølbro




Fyrsta føroyska urtagarðskvinnan í lendisrøkt, kundi hon kallað seg. Heitið dámar henni kortini ikki. Tað fevnir ikki rættiliga um yrkið, hon hevur útbúgvið seg innan. So unga havnarkvinnan Rúna Árnastein Egholm er fyrsti føroyski annlegsgartnarin.

? Eg havi altíð verið hugtikin av urtagarðsarbeiði, eins og mamma og omma mín, so eg havi ongantíð ivast í, at tað var innan urtagarðsyrkið, eg skuldi fáa mær útbúgving, sigur Rúna Árnastein Egholm, sum týsdagin fekk prógv sum annlegsgartnari.


Hóska til landslagið

Útbúgvingin tekur trý ár og 10 mánaðar, har eitt ár er skúlagongd í Danmark. Hálvt ár áðrenn Rúna fór undir útbúgvingina, arbeiddi hon hjá býargartnaranum í Havn, til fyritøkan Hjálpirót varð góðkend sum lærupláss.

? Tað mest hugtakandi í hesum yrkinum er, at tú kanst byggja nakað upp frá grundini. Ein vakur urtagarður skal vera natúrligur, har áir og løkir, steinar, mosagrót og laðaðir garðar verða brúkt, soleiðis at hann fellur væl inn í umhvørvið. Hann skal ikki vera sum vanligt er at síggja í Føroyum við grønum grasvølli og ribesrunnum.

? Tað er eisini móti í urtagarðsvinnuni. Fólk fáa hugskot úr útlandinum, tá ferðasamband var til Skotlands, fingu nógv hugskot haðani, og nógv av tí kann brúkast í Føroyum. Í dag vilja fólk hava natúrligar urtagarðar, sum hóska inn í landslagið.


Hart tilfar

Sergreinin í útbúgvingini hjá Rúnu er annlegsarbeiði, tað vil siga alt innan steinar, betong og hart tilfar. Minni parturin er plantur og planturøkt.

? Í annlegsarbeiði byggir tú ein urtagarð upp frá grundini við at gera gott undirlendi. Hetta hugtekur meg mest, tí tað tú byggir verður verandi. Áðrenn eg fór undir útbúgvingina søgdu nógv við meg, at slíkt arbeiði er ómøguligt í Føroyum orsakað av veðrinum. Men tað er møguligt. Tað snýr seg bara um at planta tær røttu planturnar á rætta stað.

Rúna heldur, at fólk áttu at lagt størri orku í at gera tað vakurt rundan um teirra hús.

? Í minsta lagi hampað framman fyri húsini. Í øðrum londum er tað krav, at tað er vakurt rundan um húsini. Hinvegin so hava vit sæð, at fólk gera meiri við urtagarðar nú enn tey hava. Hjálpirót byrjaði fyri eini tíð síðani at leggja fláar flísar hjá fólki. Nú síggjast hesir flísar heilt nógva staðni. So tað vindur meiri uppá seg, at fólk gáa um urtagarðin hjá sær.

? Við hvørt renna vit okkum í eina at síggja til ómøguliga uppgávu, men tað taki eg sum eina avbjóðing. Nógv hava eisini sagt við meg, at hetta er ikki arbeiði fyri konufólk, tí tað kann vera ógvuliga hart og strævið við hvørt. Men konufólk hava altíð gjørt strævið arbeiði, so hetta er ikki so nógv øðrvísi. Brennur tú fyri arbeiðnum og ert støðufastur, so er eingin trupulleiki.

Veðrið í Føroyum er sum vera man ikki altíð til vildar til urtagarðsarbeiði. Í síðstu viku var stórkavi, so tá hevði Rúna frí, men er veðrið ikki altíð gott, eru altíð onkrar uppgávur, sum kunnu gerast.

Rúna Árnastein Egholm heldur fram at arbeiða hjá Hjálpirót fyribils, men hon hevur ætlanir um at lesa víðari til jarðbrúksteknolog.


Vindur uppá seg

Eisini Hjálpirót merkir til góðu tíðirnar, sum eru í løtuni. Tá ið mest er at gera arbeiða eini 6-12 fólk í fyritøkuni. Tvey eru lærlingar.

? Annlegsarbeiði vindur uppá seg, yrkið er rættiliga nýtt í Føroyum, men er avgjørt í stórari menning. Bæði privatfólk og stovnar ynskja økið rundan um húsini at vera vakurt við vøkrum lendi, grótlaðing, plantum og øðrum. Fólk hava funnið út av, at urtagarðar hava týdning fyri trivnaðin og í sær sjálvum er virðismikið. Eini hús við vøkrum urtagarði hava eisini størri virði, tá ið tey skulu seljast.

? Annlegsgartnarin er oftast tann síðsti handverkarin sum kemur inn í eitt arbeiði, men vit fáa eisini uppgávur, har vit eru við frá byrjan, sigur Torben Schneider, stjóri á Hjálpirót, sum er útbúgvin landslagsarkitekt.