2. partur
Sum nevnt í seinasta parti var John Effersøe lækni í Føroyum frá 1880, og fysikus, landslækni, frá 1883 til 1890. Tað er nakað skrivað um hansara læknavirksemi í Føroyum í bókum hjá Elin S. Jacobsen og Beintu í Jákupsstovu. sum eisini eru keldur til hesa frásøgn.
Effersøe: Bert eitt sjúkrahús í Føroyum
Í 1885 kom ein umsókn til løgtingið um at fáa eitt sjúkrahús á Tvøroyri. Hetta var mett at kosta kr. 6.000.
John Effersøe fekk hesa umsókn til ummælis. Hann nevndi í sínum ummæli, at í 1882 høvdu allir læknar í landinum samtykt at virka fyri at fáa sjúkrahús á Tvøroyri og í Klaksvík. Hetta skuldi tó bert vera móttøkuhús við tveimum stovum til sjúklingar, sum ikki toldu at verða sendir til Havnar. Her skuldu tó ikki vera lønt starvsfólk. Hesar ætlanir vóru ikki so umfatandi, sum tað, ið søkt var um nú.
Effersøe helt í sínum ummæli, at tað fór at vera ov dýrt at byggja slíkt sjúkrahús í mun til tørvin. Hann kundi taka undir við at byggja móttøkuhús úti á bygd, men legði eina við, at eitt rættiligt sjúkrahús var nóg mikið í Føroyum. Onkur vil kanska halda, at hann var framskygdur, meðan onnur avgjørt ikki vilja halda hetta!
Men meira hendi tó kortini ikki við sjúkrahúsum á bygd fyrr enn fleiri ár seinni.
Um hesa tíðina var ein landslækni og tríggir økislæknar í landinum. Umframt at vera landslækni var John eisini settur økislækni í Norðoyggjum í 1887 og í Vestmanna í 1888 og 1890.
Tá vóru sjálvandi heilt onnur viðurskifti enn í dag. Ein spurningur, sum kom upp í hansara tíð, var vaktarhald á sjúkrahúsinum. Játtaðar vóru kr. 500 fyri árið til endamálið. Effersøe helt tá speiskliga fyri í 1889, at ein slík játtan mátti skiljast sum at ætlanin hevur verið, at eingin rættilig vakt skuldi vera um tey sinnissjúku!
Sinnissjúkur av at vera lækni í Klaksvík
Ein frásøgn er um, at landslæknin var biðin um at gera viðmerkingar til klagur um millum annað læknan í Klaksvík, Linde. Í brævi til amtið frá landslæknanum sæst, at klagað var um, at Linde var so snarsintur og ófólkaligur við sjúklingarnar. Amtmaðurin hevði spurt, um læknin mundi vera sinnissjúkur. Landslæknin svarar, at hann hevur bara gott at bera manninum. Men “ensomt Liv i Klaksvig, hvor der højst er 2-3 familier, som han kan have nogen tilfredsstillelse at omgås, folks irriterende urimelige fordringer til lægen, farlige rejser og tarveligt udbytte” kunnu vera orsøk til hansara atburð, og hann vil ikki útihýsa, at “fortsat ophold kan fremkalde sindssygdom.”
Somuleiðis skrivar Effersøe til løgmálaráðið í samband við at læknin í Vestmanna, Ringberg, hevur søkt annað embæti, at í Vestmanna er neyvan eitt tað einasta menniskja, ið Ringberg kann hava gleði av at koma saman við. Tískil kundi tað vera “hæmmende for hans aandelige Udvikling” at búgva ov leingi á so einsligum stað.
Fyrsta apotek
Fyrsta apotekið kom í 1883. Í 1882 skrivar Effersøe, at óvist er, um nakar fyrimunur er at hava apotek í so ótættum bygdu sum í Føroyum við so ringum ferðasambandi
Apotekarin Olaf Finsen helt, at byrjanin við apotekinum var nakað trek. Áðrenn tað vóru tað læknarnir í landinum, sum høvdu serrætt at flýggja út heilivág.
Men læknarnir og apotekið ilskaðust um, at handilsmonnum enn var loyvt at selja “handskeyps” heilivág. John Effersøe tók stig til at leggja sak móti handilsmonnum í Havn fyri at steðga hesum. Men hann tapti sakina, tí tað var eingin apotekaralóg galdandi í Føroyum.
Fekk danska konu
Tann 28. august 1885 verður John giftur í Keypmannahavn við Agnes Marie Christensen, sum var fødd 17. januar 1855. Tey komu saman niðri, tá ið hann var lækni á Kommunuhospitalinum í Keypmannahavn, og hon var sjúkrasystir.
Hon hevur bíðað í tolni til drongurin kom niður aftur at giftast, og hon kom so til Føroya við honum.
John Effersøe gjørdi seg eisini galdandi á øðrum økjum. Á ólavsøku í 1887 var kappróður í Havn á fyrsta sinni, og var hann ein av stigtakarunum.
Í 1890 fer John Effersøe úr Føroyum. Tá gerst hann økislækni í Thyholm og Jegindø uppi í Thy í Jyllandi. Frá 1896 verður hann eisini sjúkrahúslækni í Hvidbjerg, sum er á somu leiðum.
Orðaskifti um læknaviðurskifti
Eftir at vera komin aftur til Danmarkar luttekur John í einum orðaskifti í Ugeskrift for Læger um læknaviðurskiftini í Føroyum. Hetta var í 1891. John er einasti føroyingur í hesum orðaskifti, meðan hinir eru danir. Fremstur í orðaskiftinum var John og hansara undanmaður sum landslækni, Madsen Hoff, sum hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu.
John gevur eina rættiliga dapra mynd av viðurskiftunum. Hann heldur at donsku læknarnir geva eina alt ov bjarta mynd av støðuni í Føroyum fyri at eggja donskum læknum at koma til Føroya.
John svarar einum lækna, Halsted, aftur í hesum sambandi, at tá ið hann sjálvur kom til Føroya í 1884, var hann íðin eftir at sleppa sær burtur aftur.
Fyrst letur John illa at veðrinum í Føroyum sammett við í Danmark. Tað var eisini ringt fyri heilsuna at vera lækni í Føroyum, so strævið tað var.
Arbeiðið var eisini vandamikið. Tveir landskirurgar hava verið við at drukna. Annar var hálaður upp úr s Johnum meira deyður enn livandi. Ein annar var við báti í læknaørindum, sum kollsigldi. Hann varð við neyð og deyð bjargaður av manningini á bátinum.
Lise minnist ommuna greiða frá, at eina ferð var John farin eini læknaørindi. Tað gingu trý samdøgur, áðrenn hann kom aftur, so hon óttaðist tað ringasta. Men hetta mundi henda so javnan.
Og so vóru tað lønarviðurskiftini, sum einki eru at reypa um. Teir flestu danir, sum koma til Føroya sum læknar vóru sera grammir eftir at sleppa avstað aftur eftir nøkur ár, og eingin av teimum var komin aftur.
Tað sæst eisini, at John Effersøe er sera skeptiskur móti teimum donsku læknunum, sum illa hava dugað at laga seg til føroysk viðurskifti, men sum kortini rokna seg sum Føroya-serfrøðingar. Tað vóru ikki slíkar læknar, fólkið hevði brúk fyri.
Ein munur í uppfatanini var eisini, at meðan tað var umráðandi fyri Effersøe at fáa fram munin millum Føroyar og Danmark var tað fyri undanmanni hansara Madsen Hoff meira umráðandi at fáa staðfest, at Føroyar vóru ein partur av Danmark.
Fingu seks børn
John doyr í 1906 bert 54 ára gamal. Lise heldur, at hann fekk apopleksi. Konan gjørdist gomul og livdi til 1937.
Agnes og John fingu seks børn. Tey trý elstu vóru fødd í Føroyum og hini í Danmark.
Børnini vóru:
Gudmund (1886-1945). Hann var lækni eins og pápin. Hann var studentur úr Sorø, har hann var framúr crickettspælari sum pápin, John, og pápabeiggin, Poul.
Fyrst var Gudmund giftur við Helenu. Tey bæði fóru frá hvørjum øðrum, og í 1925 giftist hann aftur við Marie Adolfine, kallað Mia. Børn í fyrru giftuni vóru Ingrid f. 1914, Jon f. 1916 og Ib. Mia átti frammanundan Haakon, f. 1918, sum var farmaceutur.
Gudmund var annars lækni á Eiði frá 1912-1917. Í søguni um Eiðis Kommunu hjá Svenning av Lofti verður sagt, at 19.juni 1912 var fundur millum kommununar í hesum nýggja læknadøminum fyri at innstilla annan av tveimum umsøkjarum til læknastarvið á Eiði. Semja var um at innstilla Gudmund Effersøe. Í grundgevingini fyri at innstilla hann fram um ein dana, ið eisini søkti, varð sagt, at hann var føddur í Føroyum og var her sum smádrongur, og at hann tí helst megnaði føroyska málið. Hetta var hildið at vera neyðugt fyri læknan, sum setast skuldi í starvið, tí royndirnar hava prógvað, at læknin og sjúklingurin hava misskilt hvønn annan, tá fólk ikki duga føroyskt.
Gudmund Effersøe var á Eiði til 1916. Eftir eina tíð við læknaloysi verður hann avloystur av tí kenda læknanum R.K. Rasmussen.
Gott umdømi á Tvøroyri
Gudmund verður økislækni í Suðuroy, á Tvøroyri, frá 1919 til 1926. Hann avloysti Niels Emil Jensen, sum var giftur við Nannu, dóttir V.U. Hammershaimb.
Tann 90 ára gamla Elin Mortensen av Tvøroyri minnist Gudmund Effersøe. Sum smágenta var hon eina nátt so sera ring av tannapínu. Mamman sat og sang uppi yvir henni fyri at lætta um pínuna. Um morgunin fara tey til Effersøe, sum tók tonnina. Hetta var ein slíkur lætti, at Elin minnist enn klirrið á tonnini, tá ið hon rakti skálina, hon fór í.
Um Gudmund skrivar Føroyatíðindi á sumri 1926:
Pr. 1. Oktober vil Dr. Effersøe overtage Embedet som Distriktslæge i Mariager, og antagelig Løbet af September vil derfor Afrejsen fra Færøerne finde Sted.
Efter først i fem Aar at hava været Læge paa Ejde kom Dr. Effersøe her til Trangisvaag, hvor han altsaa i 7 Aar har beklædt det paa Grund af Suderøs Isolation ganske særligt ansvarsfulde Hverv som Distriktslæge. Vi tror, at alle vil være enige om, at Dr. Effersøe i dette lange Tidsrum med stor Iver er gaaet op i sin Gerning, der jo i høj Grad kræver ikke blot Energi men ogsaa et uopslideligt Humør. Selv efter at Suderø har faaet to Læger er det jo ingen sinecure at være Distrikslæge her.
Nu drager Dr. Effersøe altsaa til det skønne og fredelige Mariager, men han vil sikkert selv sent glemme vore barske Øer, og i de kommende Tider vil ogsaa herfra mange Tanker søge ham.
Avloysari fyri Effersøe i Suðuroy gjørdist Pauli Dahl, seinni sera kendur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Í Mariager gjørdist Gudmund undangongumaður við urtagørðum og eigur sín part í, at Mariager varð kallaður Rosernes By.
Sonurin Jon (1916-2004) var eisini lækni. Hann var praktiserandi oyrnalækni í Randers frá 1950 til 1986. Sum skilt hevur hann verið væl umtóktur.
Kjartan (1889-1983) var eisini lækni. Sum nógv onnur í ættini var hann eisini studentur úr Sorø, har hann tók studentsprógv í 1908. Hann var praktiserandi lækni í Keypmannahavn meginpartin av lívinum.
Hann var fyrst giftur við Thyru og síðan við Søs. Børnini vóru Poul, sum hann fekk við Thyru, og Thorsten.
Ingjald (1890-1962). Hann var ógiftur og var eitt sindur sálarliga veikur. Hann fekk “ungdomssløvsind”.
Sum onnur í ættini fór hann eisini á Sorø. Men her mátti hann gevast. Hann royndi seg í landbúnaðinum, men tað riggaði heldur ikki. Hann kom á sinnissjúkrahúsið Skt. Hans. Men seinni kom hann at búgva í einum pensjonati í Fredensborg nærindis Hillerød.
Thurid (1892-1972) var gift við Aage Torp, cand.jur. Tey fingu tvey børn. Troels er 94 ára gamal og so Lise, sum er birtarin til hesa greinarøð. Hann eisini studentur úr Sorø.
Lise giftist við einum breta, Stephen Edwards, sum var professionellur golfinstruktørur. Sjálv er hon útbúgvin sjúkrahúslaborantur. Men hon hevur eisini tikist við annað. Aftaná kríggið var hon fyrst eitt ár í Týsklandi, har hon skuldi hava eftirlit við brævaskiftinum til og úr Týsklandi. Hetta var neyðugt so spent sum støðan framvegis var. Her var framvegis njósning og svartabørs, sum mátti avdúkast.
Seinni búðu tey 10 ár í Týsklandi. Maðurin gjørdist sjúkur og doyði rættiliga ungur. Tey fingu eina dóttir, Sarah, sum býr í grannalagnum hjá Lise.
So gomul Lisa er, so hevur hon kent mong av teirri donsku Effersøe ættini. Hon minnist eisini politikaran Oliver Effersøe.
Hon eigur eisini eina frásøgn hjá dóttir Oliver, Sigrid, frá eini ferð hon gjørdi til Føroya í 1921. Henda frásøgn er sera áhugaverd og tað verður komið aftur til hennara í komandi pørtum. Tá hava vit annað áhugavert tilfar um Oliver. Sigrid endaði annars í USA. Hon giftist Mørk og fekk tvey børn Esther og Oliver.
Yngsta barnið hjá John var Hjørdis (1894-1983) gift við Algot Lautrup Larsen. Hann var ein kendur arkitektur í Sorø, og kom hann eisini sum slíkur at seta sín dám á býin.
Tey fingu eitt barn Birgitte, 1921. Hon gjørdist lækni og livir enn.
Í komandi parti verður greitt frá dóttir John, Karen Maria. Hon fór saman við manninum og báðum synunum í týska krígstænastu undir seinna heimsbardaga. Hetta gjørdist ein syrgilig søga










