Hetta verður eitt risa framstig fyri okkum

Men skulu vit fáa fulla nyttu burtur úr nýggju ferjuna, mugu bæði kommunur og landið gera sítt, sigur stjórin á Strandferðsluni

– Hetta verður eitt risastórt framstig fyri okkum. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú tíðin nærkast har tey fara at fáa eina nýggja ferju.

Nú leggja tey á skipasmiðjuni í Noregi síðstu hond á ferjuna, sum skal vera avloysaraskip hjá Strandferðsluni. Hilmar Eliasen sigur, at gongst sum ætlað, fer hon royndartúr í Noregi um ein mánað og ætlanin er so at sigla hana heim fyrst í oktober. Í Føroyum skal hon so aftur í royndarsigling, har størsti denturin verður lagdur á at royna atløguviðurskiftini í teimum ymsu bygdunum, har tað er væntandi at hon fer at sigla.

Nýggja ferjan hevur battarí og kann sigla ein parta av tíðini uttan at brúka motor. Tá ið hon siglur við battaríi, er hon ljóðleys og kann sostatt sigla allastaðni, uttan at órógva fuglalívið við larmi. Ferjan tekur 96 fólk, sum øll sita í hvør sínum setri undir allari siglingini, akkurát sum í einum flogfari. Hann verður góður at sigla við, tí hann lýkur øll nútíðarkrøv, eisini tik fólk við rørslutarni.

Og ferjan siglur skjótt, so tað eru ikki meiri enn 12 minuttir úr Havnini til Nólsoyar. At hon siglur skjótt, merkir eisini, at tað er skjótt at flyta hana ímillum tey ymsu økjunum í landinum. At hon siglur so skjótt, merkir eisini, at tað ber til at sigla væl fleiri túrar, enn skipini gera í dag – og hon kann eisini avloysa Ternuna, verður brúk kanska fyri henni onkustaðni.

 

Einir 100 dagar um árið

Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, hevur nýggja ferjan fingið navn, og samstundis er tað greitt, at fyrsta uppgávan hjá henni verður at loysa av á Nólsoyarleiðini, tá ið Ternan fer í dokk í oktober.

Tað kanst tú lesa meiri um her: Nú hevur nýggja ferjan hjá Strandferðsluni fingið navn

– Vanliga verður Jósup brúktur til avloysaraskip til Nólsoyingar, so hetta verður eitt stórt framstig. Men samstundis slóðar hetta fyri, at Jósup kann sigla longri til Mykinesar, har tað nú bara verður siglt frá fyrst í mai til 31. august.

Í hesum sambandi hava fólk róð fram undir, at hetta verður tann nýggja nólsoyarferjan, men Hilmar Eliasen leggur dent á, at tað verður tað ikki.

– Hetta er fyrst og fremst eitt avloysaraskip, sum skal brúkast kring alt landið, har sum tørvur er á tí, sigur hann. Hann leggur eisini dent á, at hetta merkir ikki, at tað ikki er neyðugt at útvega Strandferðsluni nýggj skip, tí flotin er elligamal.

Tey eldru skipini hjá Strandferðsluni eru í dokk einar 100 dagar um árið og nýggja ferjan skal er fyrst og fremst at avloysa á rutunum, har skipini eru í dokk.

Men hann leggur eisini dent á, at skal full nytta fáast burtur úr skipinum, er tað neyðugt, at myndugleikarnir, bæði Landið og kommunurnar, eisini gera sítt.

– Skipið er bygt soleiðis, at tað leggur at við gronuni og so fara fólk og farmur í land eftir eini landgongd, samstundis sum skrúvurnar verða brúktar at halda skipinum stútt. Tað er av trygdarávum, at tað er gjørt soleiðis, tí tyrimunurin er, skiparin hevur fult yvirlit yvir støðuna, og skuldi nakað hent, er tað nógv skjótari at sleppa frá landið aftur enn tað er hjá einum skipi, sum leggur at eftir síðuni, sigur strandferðslustjórin. Annars er nýggja ferjan góðkend at sigla í líka rættiliga høgari aldu.

– Men tað merkir eisini, at atløguviðurskiftini í hesum ymsu havnunum mugu lagast til, at nýggja ferjan fær lagt rampan niður. Tað er ikki allastaðni, at tað ber til, men tað er ikki nøkur dýr søga at gera tað, tí eg vænti, at kostnaðurin fyri at laga atløguviðurskiftini til nýggju ferjuna, er undir eina millión í hvørjari havn, sigur Hilmar Eliasen.

– Tær havnir, nýggja ferjan kann brúka í løtuni, eru í Havn, Gomlurætt, Nólsoy, Syðradalur og í Klaksvík, men vit hava kunnað avvarðandi mynguleikar, kommunur og Landsverk, um hvat ið krevst á hvørjum staði fyri at ferjan kann leggja at, sigur stjórin á Strandferðsluni.

Vit hava meiri um eina løtu: Tað verður ein stórur lætti hjá suðuroyingum