Utopia anno 1998

Dreymalandið her og nú. Kann tað sigast annarleiðis. Luftkastellir og miseyðnaður sjalvstýrispolitikkur. Nógv er skrivað og sagt um hetta sjálvstýrisdreymalandið í seinastuni.

Utopia var eitt dreymaland og verður eitt dreymaland. Sjálvstýri er eitt ynski og bert vit sjálvi kunnu seta tað í verk. Men ikki nú, tí hvør skal gjalda morgunmatin?

Sjáldan havi eg sæð eina ætlan so bláoygda sum hesa. Eg skrivi sum búskaparfrøðingur. Ætlanin er eitt stórt fuppnummar. Tí vit hava einki at hava sjálvstýri í akkurát nú. Hetta er heilaspuni hjá sjálvsstýrisfólki. Sjálvsstýri skal nokk koma tann dagin tíðin er búgvin, men tað er hon als ikki í dag. Talan er um eitt fuppnummar.

Taka vit sjálvsstýri nú, eru vit samstundis rabundus. T. v. s. í klørnum á kreditorunum.

Hevur nakar hoyrt um hetta fyrr- at vera í klørnum hjá kreditorunum - Fiskavirking

Og tó! vit kunnu fáa sjálvstýri uttan at fara rabundus! Og tað er her lykilin liggur.

Lykilin liggur í einari ætlan fyri sjálvstýri. Ikki í einari hovsasjálvsstýrisætlan.

Mangt bendir á, at menn ikki hugsa seg um, men bert taka ein løgtingsmeiriluta, og so eina illa skipaða meiningarkanning sum verðandi gott nokk!

Eg vil ávara móti hesari gongd. Og eg geri tað sum búðskaparfrøðingur. Nú er at ansa sær. Einki er í veruleikanum at halda sær til í sjálvstýristankanum akkurát nú. Men tað kemur. Føroyingar skulu hava sjálvstýri tann dagin, tað kann lata seg gera, men ikki ein tilvildarligan dag. Ráðini eru ikki til loysing nú ella tey fyrstu 5-10 árini. Vit fara ganska einkult á reyvina taka vit loysing. Høgni hugsa teg um for fanin!

Ein skipað loysing er einki til hindurs fyri. Loysa vit nú ella innan fyri eitt tvey ár upploysist alt føroyska samfelagið. Tí eingin kann gjalda- so einfalt er tað.

So mítt boð er at loysingin skal koma. Vit hava øll eyðkenni hjá einum sjálvstøðugum samfelag: søgu, mál, mentan og so framvegis. Men loysing við hóvsemi. Fyri okkara egnu skuld.

Høgni! Eingin grund er at leypa fram av. Sovorið hastverk hava vit hóast alt ikki. Vit hava alt ov nógv at missa. Hugsa tó um hetta. Børnini skulu í skúla, tey sjúku skulu ansast og umsitingin skal virka fyri bert at nevna nøkur øki.. Alt hetta steðgar taka vit loysing nú. Eg tosið bert sum búðskaparfrøðingur. Høgni ansa tær- tú setur alt uppá spæl í einum trekki. Ver vísur í at tú fært skák mát. Enn er tað einki sum bendir á, at so verður- tvørturímóti.

Høgni! tú er uppi ímóti einari gjaldførisfellu á talvbrettinum. Mangir hava brákað nakkan av hesum, men ikki eitt nýmótans samfelag.Vónandi hava ráðgevar tínir gjørt teg varðugan við hesi viðurskifti.

Í grundini er spurningurin einfaldur.


Gordon Ejdesgaard/búskaparfrøðingur