kommunu. Sum tað sæst í lýsing í blaðnum í dag, so ætlar felagið nú at fáa sær búmerki. Tey, sum manna nevndina í felagnum, eru: Sofus T. Hansen, formaður, Rodmundur Nielsen, peningarøkil, Maud Túgvustein, skrivari [...] stórur í summum plássum. Eitt av hesum støðunum er í Runavíkar kommunu. Higartil hevur nýggja róðrarfelagið NSÍ tikið lut í kappróðrinum við trimum bátum ? Tjaldrinum, Sølmundi og Eysturoyingi ? men í ár fer [...] bátarnar fara teir í Runavík í summar eisini at manna Heiðabátin og Toftabátin. Heiðabáturin er áttamannafarið, sum higartil hevur itið Skopuningur. Kappróðrarfelagið NSÍ fekk bátin í fjør. Teir í kappróðrarfelagnum
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivaðu í fjør fyri hotell-, gistingarhús- og matstovuyrkið. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at Hotell Vágar er tað einasta hotellið [...] Vágar, á svartalista. Ræðast at skipa seg Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey, sum arbeiða í hesi vinnuni, ræðast fyri at skipa seg í felag og tí verður neyðugt at seta tey hotell, gistingarhús [...] vilja hava fólk, sum eru limir í fakfelag í starvi, ella sum ikki halda sáttmálan. Og tað er eisini longu nú greitt, at tiltøkini, sum Føroya Arbeiðarafelag fer at seta í verk ímóti gistingarhúsunum og
formansskapin í Nordennevndini hittast í sambandi við ársfund Norðurlandaráðsins. Á fundinum, sum hildin varð í sambandi við ársfundin í Stockholm, varð tosað um virksemi í Útnorði frameftir hjá ráðnum. Í hesum [...] um at vera við í hátíðarhaldinum í sambandi við vígsluna av bygningunum í Brøttulíð, og at nevndin er ógvuliga áhugað í at vera við í mentanarráðstevnu Útnorðurráðsins, sum verður hildin í sambandi við vígsluna [...] garði Eiriks Reyða og Tjóðhildarkirkju í Brøttulíð í Grønlandi, at vígsla verður tann 16. juli í ár 2000. Mentamálaráðharrarnir í Útnorðir kunnaðu formansskapin í Útnorðurráðnum um arbeiðið við endurnýggjan
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, fer ikki at seta mark fyri, hvussu oljan kann kostar. Tað segði hann í Løgtinginum í morgun. Prísirnir eru nógv hækkaðir, eisini prísirnir á olju og í morgun spurdi [...] Eftir hansara tykki eru príshækkingarnar, sum rakar vanlig fólk í hesum døgum, er ein tann mest átrokandi trupulleikin í føroyska samfelagnum í løtuni. Høgni Hoydal vísir á, at nú fara summir samfelagsbólkar [...] oljufeløg og at vit sostatt í roynd og veru ikki hava nakra serliga kapping um oljuprísin. Kappingareftirlitið hevur víst á, at oljufeløgini í Føroyum taka sær størri vinning enn oljufeløg í øðrum londum, men
verið at lýsa og meta um støðuna við kolesteroli í blóðnum í Føroyum og harafturat at kanna møguligar orsøkir til og títtleika av ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum. [...] Nógv fólk vóru í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Sanna á Borg helt fyrilestur um ph.d.-verkætlan sína og granskingina, sum hon hevur gjørt í samstarvi við fleiri starvsfelagar á Landssjúkrahúsinum [...] Peter Søgaard, báðir professarar á Aalborg Universitet. Í metingarnevndini vóru: Søren Risom Kristensen, professari, á Aalborg Universitet, formaður Finn Lund Henriksen, lektari á Syddansk Universitet Anders
Vit hava sagt tað í 15-20 ár, men tit hava snorksovið. Marjus Dam, formaður í Kommunufelagnum, var bersøgin við politikararnar á valfundi í Havn fríggjadagin. Har umrøddi hann trotið á kommunulæknun, tí [...] at útbúgva tríggjar, ella fýra kommunulæknar um árið í eini 10 ár. Samstundis mælir Kommunulæknafelaguð til, at talið á kommunulæknum verður økt upp í 50 kommunulæknar, tí annars eru ov fáir læknar eftir [...] ongan fasta lækna og at arbeiðsbyrðan hjá læknunum, sum eru, er so stór, at fleiri tosa um at stinga í sekkin. Les meiri her: Fólk, sum hava fastan lækna liva meiri enn tvey ár longri – Tit eru øll dumpað
hon er í Føroyum. Og í Meksiko arbeiðir tú væl longri arbeiðsdagar, enn tú gert í Føroyum. Bruttotjóðarúrtøkan fyri hvøt fólk í Føroyun er sjey ferðir størri enn tað er í Meksiko, sigur formaðurin í Javn [...] og at fáa frí í 30 minuttir fyrr hvønn dag, er nakað, sum munar, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum. Og hann sigur, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, er í samráð við partarnar [...] millum rík og fátøk er minni. Flest øll í arbeiðsførum aldri arbeiða, men arbeiða ikki líka langar dagar sum í eitt nú í Meksiko. Eisini eitt lønarlyft til tey lágløntu í umsorganarstørvum fyri at bøta um trotið
betri ársúrsliti í ár. 30 milliónir krónur í vinningsbýti Á aðalfundinum í dag var samtykt at lata Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað [...] Føroya Tele hevði 14 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2022. Týðandi íløgan í 5G-netið frá Ericsson hevði við sær, at neyðugt var at niðurskriva Huawei-útgerðina í samtakinum við 31 milliónum krónum [...] skatt í 2022, tí neyðugt var at niðurskriva Huawei-útgerðina í samtakinum við 31 milliónum krónum. Huawei-útgerðin kann ikki brúkast í fjarskiftinum, eftir at Føroya Tele hevur gjørt týðandi íløgur í 5G-netið
Tjóðskaparrørslan í Føroyum, sum politiskt byrjaði, tá ið Sjálvstýrisflokkurin sá dagsins ljós í 1906, hevur havt sína egnu søgu og hevur ávirkað okkara politisku skipan í landi okkara. Í 1948 sá Tjóðvel [...] við fólkaræðisligar tjóðir eigur at mynda búskaparliga grundarlagið hjá Føroyum. Sámal Petur í Grund formaður Sjálvstýri [...] við við Russland. Men stórur partur av fólkinum er helst ikki varugur við, hvat tað er, sum hendir í samfelagi okkara hesum viðvíkjandi. Vit hava hoyrt, at spurningurin ikki bert er vinnuligur, men eisini
av Rana hevur áður sitið í Tórshavnar býráð. Tað var sum varamaður fyri Petur í Gong valskeið 1992-1996. Petur í Gong kom í býráðið í 1957, tá H. C. W. Tórgarð doyði. Hann var í nógv ár sterki maðurin við [...] størsta listanum í Tórshavnar býráð. Í 1992 fekk Borgaralistin hjá Peturi í Gong bara eitt umboð, og tað var Petur í Gong sjálvur. Hann legði tó skjótt frá sær eftir valið, og Jenis av Rana var í hansara stað [...] uppstillingini hjá okkum í Havn. Vit hava eini 7-8 nøvn á listanum, og vit hava endaligan uppstillingarfund hóskvøldið, tá listin verður gjørdur liðugur. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann