Leygardagin vóru tjørnuvíkingar og onnur á Stakkinum. Fólkið fór úr bygdini umleið klokkan hálvgum átta og gekk beinleiðis út á Stakkin. Við at reka vóru eini 40 fólk, harav ein kvinna. Veðrið var ikki nakað serligt kring oyggjarnar leygarmorgunin, men á leiðini út á Stakkin var turt og bert eitt sindur av vindi. Hóast æl vóru yvir bæði Mýlingi og Eiði.
13 seyðir skuldu rekast av Stakkinum og inn í bygdina. Raksturin gekk væl, og tey 40 fólkini høvdu ongar trupulleikar við rennistronginum út í Stakkin.
Ætlanin var eisini, at tveir veðrar skuldu vera har, men teir vóru báðir burtur.
Klokkan 17 var so uppboðssøla við Asbirni Djurhuus hildin, og allir seyðirnir vóru seldir. Níggju á lívið og fýra, sum longu vóru stykkjaðir. Tilsamans 65.000 krónur komu inn, og tað er betri enn tey flestu árini. Dýrasta lambið, eitt veðurlamb, har krovið vigaði 60 pund, fór fyri 5700 krónur.
Stykkjaðu krovini fóru fyri nógv meira. Tjógvini fóru fyri 1000 krónur stykkið og bógvar fyri 800 krónur.
Nakrir lundar vóru eisini seldir, og teir fóru ikki fyri smápening. Dýrastu lundarnir vóru seks, ið fóru fyri 1000 krónur.
Samanumtikið er Jógvan Magnussen, formaður í Stakksnevndini, sera væl nøgdur við tiltakið og letur heilt væl at bæði prísi og vekt á seyðinum.
Jógvan Magnussen greiðir eisini frá, at hóast tað er tíðliga á árinum at fletta, hevur gevur tað vanliga ikki tjørnuvíkingum trupulleikar.
- Vit lata vera við at skiva og so framvegis, og royna sum heild at ansa væl eftir at maðkur ikki kemur í, sigur Jógvan Magnussen.
Vanligt er at ganga húsagongd um kvøldarnar, á tí sokallaða Stakksballinum. Árið í ár var onki undantak, og tey flestu fóru í dans í bygdarhúsinum í Tjørnuvík, har dansað var langt út á náttina.
Peningurin, ið kemur inn frá uppboðssøluni fer til Stakksnevndina, ið nýtir peningin til at umvæla útgerðina og eisini til gávur til bygdina.