Stjørnan koyrt venjaran

– Fíggjarliga eru harðar tíðir, og vit høvdu tíverri ikki ráð at hava Morten Hust Petersen sum venjara. Tí noyddust vit at siga samstarvið upp, sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson

Morten Hust Petersen, sum saman við Stjørnuni fyri tveimum mánaðum síðani endaði kappingarárið í kvinnuhondbólti sum greipuvinnari, er ikki longur venjari hjá Stjørnuni. Hann hevði annars sáttmála fyri komandi kappingarárið eisini, men henda sáttmála hevur Stjørnan nú sagt upp.
– Tað eru vánaligar tíðir, og vit máttu spara onkrastaðni. Venjarin er tann dýrasti parturin hjá okkum, so tí royndu vit fyrst at samráða okkum til eina minni útreiðslu, men tá tað ikki bar til, mátti vit siga sáttmálan upp við Morten Hust Petersen, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni.
– Vit hava lagt samstarvið niður í øllum góðum, og vit kunnu bara bera honum tað besta. Arbeiðið hjá honum kundu vit ikki seta ein fingur á, og hann fekk jú kvinnurnar til bæði føroyameistarar og steypavinnarar. Tað er útilokandi av fíggjarligum orsøkum, at vit máttu siga sáttmálan upp.
Sum skilst á formanninum í Stjørnuni, er hetta stórt sæð einasta broytingin hjá greipuvinnarunum, nú tað skjótt fer at stunda til eitt nýtt kappingarár. Spælararnir verða stórt sæð teir somu, hóast kanska okkurt lítið skifti kann verða har eisini.

Mugu út at leita
– Við hesum hava vit so sjálvandi fingið ein trupulleika, tí vit nú ongan venjara hava. Vit hava ikki verið úti og leitað eftir einum avloysara, men tað noyðast vit helst at gera. Hinvegin er hetta ikki ein størri trupulleiki enn so, at tað ber til at loysa hann, sigur Kristoffur Ragnarsson.
Fyrrpartin royndu vit at fáa fatur í Morten Hust Petersen, men hann var upptikin á fundi. Men við heimasíðuna hjá Kringvarpinum váttar hann, at hann ikki kundi góðtaka, at hann skuldi næstan niður í hálva løn, tí nógv tíð og orka fer til venjarastarvið.
Morten Hust Petersen kom sum venjari til Klaksvíkar í fjørvár, har hann avloysti venjaran síðstu trý árini, Henrik Gerster. Undan venjarastarvinum hjá Stjørnuni hevði Morten Hust Petersen í tvey ár vant besta mansliðið hjá VÍF.