Nú eru góðar tvær vikur síðani, at landsstýrið setti fleiri tiltøk í verk fyri at forða fyri, at korona fór at breiða seg. Talan, var, enn sum áður, um tilmæli, men higartil hevur tað ikki hjálpt nakað serligt, tí tað verða framvegis nógv fólk smittað.
Eitt tilmæli var at fólk skulu vísa koronupass fyri at fara á matstovur, og aðrastaðni. Onnur tilmæli vóru um, hvussu nógv fólk kunnu verða samlað á einum staði. Fólk, sum koma til Føroya, og sum ikki hava koronupass, skulu kannast fyri koroniu.
Nú eru tvær vikur farnar, men smittutølini eru framvegis líka høg, so higartil hava tilmælini ikki havt nakra serliga ávirkan. Michael Boolsen, fúti, sum eisini er formaður í farsóttarnevndini, sigur, at tey fylgja væl við støðuni og umhugsa alla tíðína, hvat skal gerast.
Farsóttarnevndin skal hava fund aftur í næstum, men akkurát nær tað verður, er ikki greitt. Men fútin sigur, at lógin um farsóttir er ikki yvirtikin til føroyskar myndugleikar at umsita. og tí er tað ikki so nógv hjá farsóttarnevndini at gera fyri at támla smuttuspjaðingini, tí tað ber ikki til at seta nøkur tiltøk í verk.
Tað einasta, vit kunnu gera, er at koma við nøkrum tilmælum og tað verður alla tíðina umhugsað, sigur hann. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur fleiri ferðir víst á, at stóð tað til hann, verða øll, sum koma til Føroya, kannað fyri koronu, og ikki bara tey, sum einki koronupass hava.
Fútin sigur, at tað er eisini ein spurningur, sum er til umhugsunar. Men samstundis vísir hann á, at tað ræður um at brúka kanningarorkuna rætt, men tað er ein spurningur, sum verður umhugsaður. Hinvegin staðfestir formaðurin í farsóttarnevndini, at tað eru børnini og tey ungu, sum dríva smittuna runt í samfelagnum. Í Danmark eru tey nú eisini farin at koppseta tey 5 til 11 ára gomlu og Michael Boolsen heldur, at tað er ein spurningur, sum kundi verið umhugsaður í Føroyum eisini.