Tveir dystir vera leiktir í 15. umfarinum í Betrideildini hjá monnum. Á ovara vølli í Gundadali í Havn tekur HB móti TB. Tann dysturin byrjar klokkan 15.
Klokkan 17.15 tekur KÍ á vøllinum við Djúpumýru móti FC Suðuroy.
KÍ er fremst í deildini við 39 stigum. HB er næstfremst við 30 stigum. TB er næstaftast við sjey stigum, og FC Suðuroy er aftast við seks stigum.
Í báðum førunum eru HB og KÍ risastórir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystirnar.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,03 og 1,05.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 12,00 og 21,00.
Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 22,00 og 41,00.
HER eru oddsini upp á dystin HB-TB:
##med2##
##med3##
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,01 og 1,04.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 12,00 og 21,00
Oddsini upp á útisigur til FC Suðuroy liggja millum 23,00 og 56,00
HER eru oddsini upp á dystin KÍ-FC Suðuroy:
##med4##
##med5##