Hvørja einastu ferð, fakfeløgini fara til samráðingar, reisir seg spuringurin, um Smyril og hini strandfaraskipini fara at verða løgd.
Soleiðis var eisini undir samráðingunum hjá teimum fimm stóru fakfeløgunum hesaferð. Jóhann Dahl, landsstýrismaður segði seg hava uppskot klárt at bera niðan í løgtingið, og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður segði, at hann kundi hugsað sær, at sersáttmáli varð gjørdur fyri Starndferðsluna.
Hóast tað er eitt vápn hjá fakfeløgunum í arbeiðsósemju at kunna leggja strandfaraskip, tykist eingin hava nakað ímóti at tryggja, at Smyril og hini skipini sigla hóast arbeiðsteðg.
Avtala má gerast
- Tað eru fleiri ár síðan, at feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum meldaðu út, at Smyril og hini skipini eiga at kunna sigla undir verkfalli tó ikki við frakt. Grundgevingin hjá okkum fyri at hava hasa støðu er, at tað er koyrandi alla staðni í landinum, og eingin trnar tí ferðuni. Tí kann tað ikki vera rætt bara at steðga ferðsluni bara til og úr Syðuroynni, Sandoynni, Nólsoy og Kalsoynni, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon hevur tí einki ímóti at gera slíka avtalu, tí fólkini á teimum oyggjunum eiga at kunna kenna seg trygg.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag er ikki heilt líka avgjørdur. Hansara limir taka ímóti endan og binda Smyril.
Hann vísir á, a t feløgini áður hava givið skipunum loyvi at sigla undir verkfalli, tí tað er óheppið, at bara summar oyggjar skulu rakast av verkfalli. Hans Joensen er ikki vísur í, at rætt er at gra avtalu. Spurningurin kann altíð viðgerast, tá ið tað kemur hartil, sigur hann.
Hvørki Starvsmannafelagið ella Maskinmeistareflagið hevur viðgjørt spurningin, men Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur greiða meining.
Bólturin liggur í landsstýrinum
- Tað eru fleiri ár síðan, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag gav Fíggjarmálaráðnum tilboð um at gra slíka avtalu. Hetta var, meðan Joannes Eidesgaard var løgmaður, so hann hevur ligið á boðunum í fleiri ár. Vit frættu ongantíð aftur upp á tilboð okkara, sigur Regin Nónstein.
Hann heldur tað vera heilt burturvið, at hesin spurningurin reguliga kemur fram, ístaðin fyri at avtala verur gjørd eina ferð med alla.










