Fiskivinna
Jóhannes Olsen á Toftum er ikki serliga hugtikin av tí fyrsta uppskotinum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Torbjørn Jacobsen, hevur lagt fyri Løgtingið, nú nýggja tingárið er byrjað. Sum formaður í Felagnum Línuskip og reiðari á línuskipunum Eysturoyingi, Sigmundi, Morgunstjørnuni og Mascot heldur Jóhannes Olsen lítið um, at fiskidagarnir hjá línuskipunum skulu skerjast heili 50 prosent.
-Hattar er tað sama sum at avhøvda línuflotan, tí ikki eitt einasta línuskip klárar seg við helvtini av fiskidøgunum, sigur Jóhannes Olsen við Sosialin.
Formaðurin hjá línuskipunum sigur, at fiskidagaskipanin er soleiðis skrúvað saman, at hon er sjálvregulerandi, men at ætlanin hjá landsstýrismanninum fer at avskepla skipanina fullkomiliga.
Politikararnir feilin
Í dag eru 25 línuskip í flotanum, og formaðurin í línuskipafelagnum ásannar, at skipini eru ov mong í tali. Men tað eru ikki línuskipareiðararnir, sum hava skyldina av, at línuskipaflotin er ov stórur.
-Felagið hjá okkum hevur hvørja einastu ferð ávarað myndugleikarnar ímóti at loyva fleiri línuskipum inn í flotan. Tað kunnu vit skjalprógva, men tað er eisini próvfast, at politikararnir hava ikki lurtað eftir okkum, og tí er støðan, sum hon er, sigur Jóhannes Olsen, sum heldur lítið um, at politikararnir nú royna at skerja línuflotan við at skerja dagatalið.
-Nú royna politikararnir so at vaska sær um hendurnar og at rætta sínar feilir við at revsa allar yvir ein kamb. Tað er púra burturvið, sigur Jóhannes Olsen.
Revsa skeivan flota
Formaðurin hjá línuskipunum skilir heldur ikki, at landsstýrismaðurin hevur valt at skerja fiskidagarnar hjá línuflotanum mest. Hann vísir á, at hetta samsvarar illa við tað, sum løgmaður segði í síni á ólavsøku um at skerja CO2-útlátið, tí línuskipini er húkaflotin annars eru tann parturin av føroyska fiskiflotanum, sum hevur tað minsta CO2-útlátið.
-Tað er púra burturvið at skerja tann partin av flotanum, sum hevur tað minsta CO2-útlátið, og sum fer best við umhvørvinum, sigur Jóhannes Olsen, sum hóast alt sigur seg hava álit á, at løgtingslimirnir sissa seg og vraka uppskotið hjá landsstýrismanninum.










