Parkeraðu málini

Samgongan hevur parkerað tey etisku málini komandi fýra árini. Kanska tað mest eldfima evnið er skrásett parlag. Undrist yvir, hví júst hetta evnið so ofta er blivið drigið fram sum kastibløka í samband við valið

Nú samgonguskjalið er komið undir land, bleiv eg skelkað av at hoyra Annitu á Fríðriksmørk og John Johannessen í útvarpinum. Sum eg skilti, so tóku tey undir við at parkera hesi mál fyri at halda upp á samgonguna?

Tað sum ørkymlar og skuffar meg allar mest er, at bæði Annita og John vóru nógv frammi á tí politiska pallinum, tá ið víðakenda ”lítla” grein 266 b, var til viðgerðar. Bæði søgdu seg stuðla hesum til fulnar!!

At tey nú kunna ’parkera’ slík álvarsmál og ’parkera’ hugburð til virðir í fýra ár, er fyri mær og fleiri øðrum óskiljandi.

Meintu tey onki við tað á politiska pallinum?

Var tað ”bara” valagn?

Hvussu verður happing definerað av politikarum?

At ’negligera’ ein samfelagsbólk (lata sum hann ikki er til), er tað happing?

Hvørja meining gevur so §266b!!!

Eru politikararnir sjálvir fyrstir at bróta hesa grein? - áhugavert

Hvar er samleikin hjá Miðflokkinum? Karsten Hansen meldaði seg úr Tjóðveldinum við gráturødd, tí flokkurin ikki var nóg kristiligur. Nú, sum landstýrismaður – parkerar hann bara tey etisku málini? Vigaði landsstýrissessurin tyngri? Nei, eg skilji einki.

Sama kann sigast um Javnaðarflokkin. Eg trúði, at stevnuskráin, millum annað, segði ’somu rættindi fyri øll’?

Fyri ikki at tala um Tjóðveldi. Høgni Hoydal, formaður floksins, hevur sjabbað upp í saman um at fáa einar frælsar Føroyar. Í mínari verð er onki land frælst, um ikki ØLL hava persónligt frælsi. Í løtuni verða tey samkyndu brúkt sum kastibløkur og ofraði á altarinum. Onkur glotti er hóast alt í Tjóðveldinum, og onkur er sum torir at standa við síni sjónarmið, tøkk fyri tað.

Sum pensjonistur hevði eg verið ómetaliga hørm um, um samgongan hevði avgjørt at ’parkera’ okkum gomlu í fýra ár. Ljóðar tað ikki ’langt úti’?

Gævi at vit høvdu eitt land, har vit øll kundu tikið undir við og upplivað, at í Føroyum er gott at vera, tí her hava øll somu rættindi.

Argir 11. februar 2008.