Borgarlig vígsla? Ja, sjálvandi!

Nógv kjak hevur verið gjøgnum tey seinastu árini um at geva teimum samkyndu rættindi, sum tey sjálvandi eiga at hava. Kjakið hevur til tíðir verið sera hart og mangan hevur nógv keðiligt verið á lofti. Vit hava javnan hoyrt og sæð í talu og skrift, hvussu tveir góðir samfelagsbólkar hava krasja beinleiðis saman við religión, mannarættindum og sjálvsøgdum javnrættindum.

 

Ímeðan hetta hevur staðið á, hava vit eisini sæð eina samlaða tjóð, sum hevur verið við til at stuðla, at vit fara frá at hava “annan floks borgarar” í okkara samfelagi, til at vit skulu rúma margfeldi og fjølbroytni í Føroyum.

 

Vit kenna øll Faroe Pride, sum LGBT skipar fyri á hvørjum ári og sum túsundtals føroyingar møta upp til og stuðla við litum og gleði. Vit minnast øll gallupkanningina, sum vísti, at meirlutin av Føroya fólki ynskir, at vit rúma øllum okkara borgarum og ikki at gloyma, sóu vit øll boðskapin sum var borin fram á “Ung Nordisk Råd” fyri góðum mánaði síðan, sum segði, at vit skulu sjálvsagt geva teimum samkyndu rættindi til borgarliga vígslu.

 

Í hesum døgum hava okkara fólkavaldu tingfólk møguleikan at broyta okkara samfelag á tann hátt, at vit steðga við at gera mun á okkara borgarum, sum hvønn dag eru við til at ríka okkara samfelag á tann hátt at tey aktivt luttaka í okkara samfelagi við at arbeiða, gjalda skatt, eru innan ítrótt, mentan o.s.fr.

 

Nógv hevur verið talað um, at nú skulu vit til at noyða kirkjurnar og samkomurnar til at víga samkynd, hetta passar IKKI, tað sum okkara tingfólk hava møguleikan til at broyta í hesum døgum eru rættindi til borgarliga vígslu millum samkynd! Sjálvandi skulu kirkjurnar og samkomurnar ráða í egnum húsi.

 

Tí vil eg heitta á tykkum fólkavaldu umboð á Løgtingi at taka hetta uppskot til tykkum, sum Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen hava lagt fram, at viðgera tað við virðing og ikki minst at lurta eftir stórum parti Føroya fólki, sum vil, at vit skulu rúma margfeldi og fjølbroytni í okkara samfelagi!

 

John av Reyni, formaður

Sosialistisk Ung