Skráseta krígsminni

krígsminni: Mentanarnevndin hjá Tórs­havnar kommunu hev­ur sam­tykt at fara und­ir at skrá­seta øll jarðfest krígs­minni frá seinna heimsbardaga í komm­­­u­n­uni. 100.000 krónur eru sett­ar av til endamálið

Mentamálanevndin hjá Tórs­havn­ar býráð hevur samtykt at fara undir at skráseta øll jarð­fest krígsminni frá seinna heimsbardaga í kommununi. Sam­tykt er at seta 100.000 krón­ur av til endamálið.

Hendan samtykt er gjørd eft­ir at Mentamálaráðið í 2009 gjørdi av at staðfesta, at krígsminni frá seinna heims­bar­daga eru friðað jarð­fest forn­minni. Avgerðin var grund­að á tilmæli frá Forn­minn­is­nevnd­ini.

Hon segði, at neyðugt var at skipa fyri vernd­ar­tiltøkum fyri krígs­minnini, tí tey kám­að­ust skjótt, og væntast kundi, at áðr­enn 100 ár eru liðin, er heild­ar­mynd­in mist.

– Nógvar leivdir frá seinna heims­bar­daga hava verið í Tórs­havn­ar kommunu, sum var ein miðstøð hjá bretska her­set­ing­ar­valdinum, men tær eru nógv fækkaðar, sigur Jógvan Arge, formaður í ment­a­málanevndini í Havn.

– Tað hevur týdning fyri okk­ara søgu, at Tórs­havnar komm­una hev­ur skil á hes­um forn­minn­um, og til tess betri at lúka setn­ing­in um, at krígs­minni frá seinna heims­bardaga verða vard, er sam­tykt, at Tórshavnar komm­una fyri sítt viðkomandi ger eina dygga skráseting av øllum slíkum jarðfestum forn­min­num, sigur Jógvan Arge.

Skrásetingin verður framd eft­ir al­tjóða skrá­set­ing­ar­hátt­i­num SAVE, sum fyrstu ferð varð nýttur, tá Tórs­havn­ar býaratlas varð gjørt fyri fáum árum síðani.

Friðingin hjá Ment­a­mál­a­ráð­num merkir, at fornminni frá seinna heimsbardaga skulu í framtíðini hava frið. Bygg­i­ætl­an, sum kann hava við sær avleiðingar fyri eitt slíkt fornminni, skal framman und­an góðkennast av fo­rn­minn­a­mynd­ug­leik­u­num.

Orsøkin at kunngerðin kom, var, at fólk hildu, at ging­ið var í so nær leivdunum frá seinna heims­bar­daga, og varð ikki friðing sett í verk, so vóru hesi søguligu krígs­minni skjótt burtur.