greitt frá,at teir vóru byrjaðir upp á arbeiðið, tá veðrið versnaði so mikið nógv, at teir avgjørdu at fara av fingrinum aftur. Við hjálp frá einum lokalum klintrara, ið var komin við báti fyri at hyggja hvussu [...] Dave McKinney og Jason Blair, sum í hesum døgum royna at leggja eina nýggja leið upp á Trøllkonufingur, eru nú komnir aftur á land. Ætlanin var annars, at klintrararnir skuldu sova í flytibólum, ið skuldu [...] teir fýra menninir aftur á land, har teir nú bíða eftir betri veðrið. Høvuðsendamálið við túrinum er at leggja eina nýggja upp á Trøllkonufingur - ein leið, ið aldrin er roynd áður.
standa bátar til børnini at rógva í, og tað er ikki frítt, at ommur og abbar eru líka ivrig í teim smáu sum í FM-róðrinum. Hugskotið við Homlulandi er at geva børnunum møguleikan at spæla sum fyrr – frítt [...] Homluland eisini við til at gera ólavsøkuróðurin til eitt tiltak fyri alla familjuna, har foreldur kunnu síggja kappróðurin, og børnini sleppa at spæla ímeðan. Homluland er at finna beint sunnan fyri
fyri brot á ferðslulógina eftir at tað varð staðfest, at báðir vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Tað óvanliga í hesum førinum var, at flogskipararnir vóru til arbeiðis og ætlaðu at flúgva eitt A310 flogfar hjá [...] har dómarin avgjørdi at leingja fongslingina, sambært AFP tíðindastovuni. Har skulu teir sita til næsta rættarfundin, ið verður um átta dagar. Skotskir myndugleikar upplýsa, at flogskipararnir verða báðir [...] báðir ákærdir eftir §93 í bretsku ferðslulógini viðvíkjandi alkohol. Harumframt er eisini møguligt, at teir verða ákærdir fyri hóttandi ella niðrandi atburð.
verið, hevur tað verið lætt at loyst. So vit hava ikki tær somu royndirnar at finna slík brek, sigur Jákup Joensen úr Tórshavnar kommunu. Jákup Joensen upplýsir eisini, at hóast ferðsluljósini hava verið [...] óvirkin, men í kommununi vóna tey, at trupulleikin verður loystur í vikuni. Hósdagin kemur ein serfrøðingur úr Danmark, ið skal finna brekið í skipanini, og sum samstundis fer at undirvísa arbeiðsfólkunum í [...] gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu um hvussu at finna líknandi brek framyvir. - Hetta er talan um menn, ið einki annað gera enn at umvæla ferðsluljós. Hjá okkum hava ljósini virka so væl, og tá okkurt
sigur Julian um javnleikin í kvøld. Julian heldur, at tað var serliga verjan, sum ikki riggaði, sum hon skuldi at byrja við. Hann heldur tó, at VÍF megnaði at umskipa verjuspælið til tað betra, og tá stressaðu [...] Neistan í FTZ deildini. Julian ásannar, at tað var ringa byrjanin, sum gjørdi sítt til, at VÍF ikki knógvaði Neistanum á heimavølli í kvøld: - Vit eru aftanfyri so at siga allan dystin, so í so máta er hetta
og hýsuyngli. Havstovan leggur aftrat, at á Føroyabanka var eisini væl av góðum æti til yngulin, og tí metir stovnurin, at spennandi verður at síggja, hvussu fer at hildnast á Bankanum, sum tíðin gongur [...] fleiri undanfarin ár. Í fleiri av hinum fiskasløgunum var ein lítil bati at síggja, tó at nøgdirnar ikki vóru stórar. Tað veit Havstovan at siga, tá hugt verður eftir yngulkanningunum í farna ári. Men, tað er
metrar um sekundið. Forsøgnin hjá DMI sigur, at hitamátarin týskvøldið fer at vísa -12 stig, og mikukvøldið fer hann at vísa -15 stig. Tað er møguleiki fyri, at tað inni í landinum verður uppaftur kaldari [...] 15 stig. Meðan talan verður um fagurt vetrarveður mánadagin og týsdagin, tá ið sólin fer at kaga undan, ta fer at kava eitt sindur, og kuldin verður dygst undir frostmarkinum, so verður tað ógvuliga kalt [...] kaldari enn so. Tað verður ikki fyrr enn fram ímóti vikuskiftinum, at møguleiki aftur verður fyri hitastigum omanfyri frostmarkið.
eina áheitan út á Facebook, um hjálp at finna bilin. Og tað gav eftir øllum at døma úrslit, tí stutt seinni boðaði løgreglan frá, at bilurin var funnin aftur og at talan hevði verið um eina misskiljing [...] bilurin upp nærindis Adventistakirkjuni, men eldri bilførarin var so heppin, at nakrir ungir mans bóðu sær at hjálpa honum at fáa fatur á einum bilverkstaðið, sum kundi gera bilin aftur. Eldri maðurin fer
hava lættari við at læra, um tey sleppa at brúka allar sansirnar, sigur Rógvi á Rógvu, sum saman við øðrum er stigtakari til nýggja frískúlan, sum í farnu viku fekk endaliga góðkenning at fara undir virksemi [...] skúlan, sum hann sigur millum annað fer at leggja dent á tónleik og list. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Rógva á Rógvu greiða frá. Les eisini Ætla at skapa ein óvanligan skúla í Havn Les eisini [...] virksemi. Navnið verður Lítliskúli, men hóast fyrstu børnini eru innskrivað, er framvegis okkurt eftir at fáa upp á pláss, og enn er til dømis ikki endaliga greitt, hvar nýggi frískúlin skal halda til. Rógvi
sýtti borgararnir fyri at fylgja viljanum hjá kommununi. Í Hósvík høvdu 220 fólk valrætt og 177 vóru á vali. 143 atkvøddu ja fyri at varðveita Hósvíkar skúla og 34 atkvøddu nei til at varðveita Hósvíkar skúla [...] á vali. 127 atkvøddu ja fyri at varðveita Hvalvíkar skúla og 115 atkvøddu nei til at varðveita Hvalvíkar skúla. Sostatt er úrslitið frá fólkaatkvøðuni eitt greitt ja til at varðveita skúlarnar í Hósvík [...] skrivar Sunda kommuna á teirra heimasíðu. Fínteljingin manglar enn, men úrslitið er so mikið greitt, at hon neyvan broytir nakað.