Horvni bilurin afturíafturkomin

Løgreglan sóknaðist í gjár eftir einum svørtum Mazda bili, sum var horvin av Hoyvíksvegnum.

 

Fríggjadagin steðgaði bilurin upp nærindis Adventistakirkjuni, men eldri bilførarin var so heppin, at nakrir ungir mans bóðu sær at hjálpa honum at fáa fatur á einum bilverkstaðið, sum kundi gera bilin aftur.

 

Eldri maðurin fer eitt bil eitt sindur burtur frá, men tá hann kemur aftur, er bilurin og ungu menninir horvnir. Hendingin varð tí fráboðað løgregluni. Í gjár visti maðurin enn ikki nakað frá bilinum og løgreglan sendi tí eina áheitan út á Facebook, um hjálp at finna bilin.

 

Og tað gav eftir øllum at døma úrslit, tí stutt seinni boðaði løgreglan frá, at bilurin var funnin aftur og at talan hevði verið um eina misskiljing millum eldra mannin og ungu hjálparmenninar.