Spennandi útlit á Føroyabanka

- Yngulkanningarnar á Føroyabanka í 2015 vóru sera spennandi, sigur Havstovan.

Kanska tara vit í framtíðini at síggja fleiri av hesum slagnum, nú yngulkanningarnar á Føroyabanka vóru so góðar í 2015.

- Yngulkanningarnar á landgrunninum í 2015 vístu nakað meira av hýsuyngli enn fleiri undanfarin ár. Í fleiri av hinum fiskasløgunum var ein lítil bati at síggja, tó at nøgdirnar ikki vóru stórar.

Tað veit Havstovan at siga, tá hugt verður eftir yngulkanningunum í farna ári.

Men, tað er onkur ábending, sum skapar spenning - eisini hjá Havstovuni. Tað er ábendingin um Føroyabanka, ið hevur tann stóra og góða toskin.

- Yngulkanningarnar á Føroyabanka í 2015 vóru sera spennandi. Stór framgongd var í nøgdunum av bæði toska- og hýsuyngli.

Havstovan leggur aftrat, at á Føroyabanka var eisini væl av góðum æti til yngulin, og tí metir stovnurin, at spennandi verður at síggja, hvussu fer at hildnast á Bankanum, sum tíðin gongur.