Greitt ja til bygdaskúlarnar

Mynd: Sunda kommuna

Uppteljingin av fólkaatkvøðuni um skúlarnar í Hósvík og Hvalvík er nú liðug, og fólkið hevur talað. Bygdaskúlarnir verða varðveittir. Sostatt sýtti borgararnir fyri at fylgja viljanum hjá kommununi.


Í Hósvík høvdu 220 fólk valrætt og 177 vóru á vali. 143 atkvøddu ja fyri at varðveita Hósvíkar skúla og 34 atkvøddu nei til at varðveita Hósvíkar skúla.


Í Hvalvík høvdu 366 fólk valrætt. 242 fólk vóru á vali. 127 atkvøddu ja fyri at varðveita Hvalvíkar skúla og 115 atkvøddu nei til at varðveita Hvalvíkar skúla.


Sostatt er úrslitið frá fólkaatkvøðuni eitt greitt ja til at varðveita skúlarnar í Hósvík og í Hvalvík, skrivar Sunda kommuna á teirra heimasíðu.


Fínteljingin manglar enn, men úrslitið er so mikið greitt, at hon neyvan broytir nakað. 

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna