VÍF kom illa frá byrjan

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Julian Olsen (VÍF) taka samanum javnleikin ímóti Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Julian Olsen hjá VÍF, aftaná javnleikin 24-24 (12-15) millum VÍF og Neistan í FTZ deildini.

 

Julian ásannar, at tað var ringa byrjanin, sum gjørdi sítt til, at VÍF ikki knógvaði Neistanum á heimavølli í kvøld: - Vit eru aftanfyri so at siga allan dystin, so í so máta er hetta í lagið, sigur Julian um javnleikin í kvøld.

 

Julian heldur, at tað var serliga verjan, sum ikki riggaði, sum hon skuldi at byrja við. Hann heldur tó, at VÍF megnaði at umskipa verjuspælið til tað betra, og tá stressaðu teir Neistan, og fingu hála inn á fimm máls leiðsluna Neistin hevði eitt skiftið í seinna hálvleiki