Bítandi kalt í Danmark

Tað verður ikki fyrr enn fríggjadagin, at talan aftur verður um hitastig omanfyri frostmarkið í Danmark

Seinastu dagarnar hevur veturin av álvara havt fastatøkur á Danmark, og soleiðis verður tað eisini næstu dagarnar. Í nátt verður heilt kalt – niður til minus 15 stig.

Meðan talan verður um fagurt vetrarveður mánadagin og týsdagin, tá ið sólin fer at kaga undan, ta fer at kava eitt sindur, og kuldin verður dygst undir frostmarkinum, so verður tað ógvuliga kalt mitt í vikuni, tá vindferðin verður 5-8 metrar um sekundið.

Forsøgnin hjá DMI sigur, at hitamátarin týskvøldið fer at vísa -12 stig, og mikukvøldið fer hann at vísa -15 stig. Tað er møguleiki fyri, at tað inni í landinum verður uppaftur kaldari enn so. Tað verður ikki fyrr enn fram ímóti vikuskiftinum, at møguleiki aftur verður fyri hitastigum omanfyri frostmarkið.