Úti ein dag um vikuna

Nýggi skúlin fer millum annað at leggja dent á tónleik og list, sigur Rógvi á Rógvu, ein av stigtakarunum til nýggja frískúlan í Havn, Lítlaskúla.

Mynd: Skúlablaðið

- Børn hava lættari við at læra, um tey sleppa at brúka allar sansirnar, sigur Rógvi á Rógvu, sum saman við øðrum er stigtakari til nýggja frískúlan, sum í farnu viku fekk endaliga góðkenning at fara undir virksemi.

 

Navnið verður Lítliskúli, men hóast fyrstu børnini eru innskrivað, er framvegis okkurt eftir at fáa upp á pláss, og enn er til dømis ikki endaliga greitt, hvar nýggi frískúlin skal halda til.

 

Rógvi á Rógvu var gestur í Rás 2 og greiddi frá um nýggja skúlan, sum hann sigur millum annað fer at leggja dent á tónleik og list.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Rógva á Rógvu greiða frá.

  

Les eisini Ætla at skapa ein óvanligan skúla í Havn

 

Les eisini Nýggjur skúli fingið góðkenning

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið

Mynd: Skúlablaðið