Síðani 19. desember hava ferðsluljósini í J. Patursonargøtu í Havn verið óvirkin, men í kommununi vóna tey, at trupulleikin verður loystur í vikuni.
Hósdagin kemur ein serfrøðingur úr Danmark, ið skal finna brekið í skipanini, og sum samstundis fer at undirvísa arbeiðsfólkunum í gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu um hvussu at finna líknandi brek framyvir.
- Hetta er talan um menn, ið einki annað gera enn at umvæla ferðsluljós. Hjá okkum hava ljósini virka so væl, og tá okkurt lítið hevur verið, hevur tað verið lætt at loyst. So vit hava ikki tær somu royndirnar at finna slík brek, sigur Jákup Joensen úr Tórshavnar kommunu.
Jákup Joensen upplýsir eisini, at hóast ferðsluljósini hava verið óvirkin, so hava ikki nakrir trupulleikar verið við ferðsluni í hesum tíðarskeiði.

Ferðsluljósini helst virkin aftur hósdagin





