Rógva út á krabbaskel

Meðan tey stóru dystast á vágni, rógva tey smáu í bátum á landi, akkurát sum ordiligt.


Vit eru sjálvandi í Homlulandi, barnalandinum hjá ólavsøkuróðrinum. Á bryggjuni, skamt sunnan fyri havnarskrivstovuna, standa bátar til børnini at rógva í, og tað er ikki frítt, at ommur og abbar eru líka ivrig í teim smáu sum í FM-róðrinum.


Hugskotið við Homlulandi er at geva børnunum møguleikan at spæla sum fyrr – frítt og óavmarkað. Samstundis er Homluland eisini við til at gera ólavsøkuróðurin til eitt tiltak fyri alla familjuna, har foreldur kunnu síggja kappróðurin, og børnini sleppa at spæla ímeðan.


Homluland er at finna beint sunnan fyri havnarskrivstovuna og hevur opið 28. juli frá klokkan 14, til ólavsøkuróðurin endar um leið klokkan 17.30.