hevur vunnið gull til Føroyar í 400 m frí í evropameistarakappingini í Beograd Tað byrjaði við fagnaði og veitsluhýri millum áskoðararnar á Tasmajdan Stadion í Beograd, sum vóru komin at stuðla sínum bestu [...] broyttist so við og við til tøgn og undran, alt meðan Pál Joensen vant burtur úr sínum mótstøðumonnum. Hann legði seg klárt á odda at kalla beinanvegin og var meginpartin av finaluni eina til tvær kropslongdir [...] Tíðin hjá Pál Joensen er góð trý sekund betri enn gamla, føroyska metið. Til samanberingar var vinnaratíðin í finaluni í 400 m frí til HM í svimjing í Meksiko fyri góðum trimum vikum síðani, 3:51:81. - Úrslitið
Barrack Obama, mælti heimsins fólki til at standa saman, tí júst okkara tíð er tann týdningarmesta fyri heimin, segði hann í røðuni fyri teimum umleið 100.000, sum vóru komin í miðbýin í Berlin at lurta eftir [...] evni. -Í tí nýggja heiminum hava vit ikki ráð til at verða spjadd, segði Obama og legði afturat, at tann sameindi Berlin er eitt tekin um, at tað ber til at vinna á spjaðing, bara fólk arbeiða saman. -Tann [...] teimum sameindu hjálpti tí avbyrgda fólkinum í Vesturberlin, tá sovjetski herurin stongdi allar vegir til býin. Undan røðuni vóru fleiri, sum bóru røðuna hjá Obama saman við ta tiltiknu røðuna, sum John F
i. Ein tann týdningarmesta keldan til smittu av djórum er tá djór verða fóðrað við matvørum og matleivdum. Um fleiri spurningar eru um munn- og kleyvsótt, so ber til at seta seg í sambandi við Birnu Mørkøre [...] Tey, sum hava verið á ferð í Onglandi, eiga fyrstu dagarnar, eftir at tey eru aftur komin, ikki at koma í sambandi við kleyvdjór, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan Í sambandi við at munn- og kleyvsótt [...] a heim á klettarnar. Tað er bannað at fóðra djór við matleivdum, tí slík fóðring kann verða orsøk til smittuspjaðing. Um ætlanin kortini er at fóðra djór, skulu matleivdirnar kókast væl og virðiliga.
Danski høvundin, Hanne-Vibeke Holst, er komin til landið. Millum klokkan 16-17 í dag verður hon at hitta í Gamla Bókhandli, har hon fer at signera bøkur Hanne-Vibeke Holst vitjar Føroyar í dag og í morgin [...] verkið hevur fingið góð ummæli, og nakrar av bókunum eru eisini gjørdar til film og sjónvarpsrøðir. Fleiri av bókunum eru umsettar til onnur mál, m.a. týskt og hollendskt. Seinnapartin í dag verður hon at [...] útbúgvin journalistur og hevur seinastu mongu árini virkað sum skribentur, kjakari og rithøvundur til bøkur, filmar og sjónvarp. Hon er nevndarlimur í fleiri nevndum og í donsku UNESCO-kommissiónini. Eisini
eini 100-130 mál. 80 mál liggja í dag til viðgerðar í 14 dagar. Hvussu lítið skil er í tingarbeiðiðnum sóu vit ma. á fundi í gjár, tá samgongan als ikki hevði tíð til at viðgera síni egnu mál. Hergeir Nielsen [...] einasti tingmaður í tómum tingsali, ið tók orðið í einum málið hjá samgonguni. Talan var um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Málið frammanundan var eitt mál um at verja [...] Fyrra málið átti Jacob Vestergaard og seinna málið átti løgmaður. Hvørgin teirra var staddur á tingi til málsviðgerðina av egnu málum. Í dag noyddist hesin seinni so at taka politiska lívið av tí fyrra, og
ikki nógvir pengar, men tað røkkur til eitt sindur, sigur bygdaráðsformaðurin og sipar til, at alt er relativt. ? Hetta er nógv hjá onkrum, ið ikki eigur so nógv til íløgur, men kanska í minna lagi, tá [...] ðurin heldur, at vælstandurin um alla Føroyar er ein orsøkin til, at kommunan í dag er so væl fyri fíggjarliga. Og so hava tey arbeiði til allar hendur í Nes Kommunu. ? Munurin á tíðini í dag og í kreppuárunum [...] harðast leikaði á í kreppuárunum, hevði kommunan eina skuld upp á 22 milliónir krónur. Skuldin er í dag komin niður á 15 milliónir krónur og skal eftir ætlan burtur um ein góðan mánað. Men er tað ikki ein stórur
jóltíðir ? fram til 1. apríl, tá seinasta umfarið hjá bæði monnum og kvinnum verður spælt. Ann Hansen ur Kyndli og Signhild Petersen úr StÍF prýða forsíðuna á nýggju hondbóltsskipanini, sum er komin út, og skipanin [...] ber eisini til at skriva úrslitini í vaksnamannadeildunum upp í bókina í ein av hesum »úrslitakassunum«, sum eisini eru kendir frá m.a. fótbóltsskipanini. Men kassarnir eru alt ov lítlir til, at tú kanst [...] seinasta kappingarárið. Í fororðinum verður m.a. sagt, at »fjórða árið á rað eru fleiri lið meldað til kappingina enn undanfarna ár. Samanlagt trettan lið fleiri enn seinasta ár. Eisini er áhugin millum
prýðing hóskaði best til hølið Valið fall rættiliga skjótt og natúrliga á Edward Fuglø. Bæði tí hann er vanur við at mála stórar málingar, og tí vit hildu hansara stíl hóska væl til rúmið, sigur Poul Geert [...] vildi leiðslan ikki, sum frá byrjan hevði sett sær fyri, at prýðingin skuldi verða gjørd serstakliga til hendan bygningin, sum ein partur av samleikanum hjá sjúkrahúsinum. Tóku av fyrstu skitsuni Saman við [...] síðani upprunaliga útkastið. Vit hava á ongan hátt blandað okkum uppí sjálva listarligu tilgongdina til verkið. Har hevur tað meir verið Edward og arkitekturin, sum í samráð hava funnið ein máta at skapa
í Leirvík. Tað er Filip Hansen í Leirvík, sum hevur tikið stig til fundin. Filip sigur, at hetta í fyrsta lagi er ein stuðulsfundur til Leirvíkar bygdarráð, nú bygdarráðið er samt um, hvussu vegaføringin [...] senda umboð til fundin, bæði samgongu-og andstøðuumboðum. - Á fundinum verður eisini høvið at seta fram spurningar, og vit vóna, at hetta verður ein góður fundur, soleiðis at vit eru komin loysnini nærri [...] 300 borgarar í Leirvík higartil hava skrivað undir, verður ikki beinleiðis mælt til umrøddu fjøruloysnina, men mælt verður til, at vegaføringin verður niðanfyri bygdina og omanfyri havnalagið.
og vagga frá høgru til vinstru, meðan sangurin rungar - uttan so at viberatiónirnar eru góðar? Nei- tað ber slettis ikki til! "Henda síðsta starvsdagin í vikuni treingja vit øll til ein uppstrammara", [...] og er til arbeiðis henda fríggjamorgunin, hevur leitað sær innar í kantinuna fyri at syngja saman við hinum. "Eg havi starvað á mongum sjúkrahúsum", letur í einum donskum eygnalækna, sum er komin higar [...] kvinnu. "Sangurin í morgun gevur okkum júst hetta tiltrongda piftið... og so hevur ein eisini yvirskot til at taka vikuskiftið við storm", letur í henni við einum skálkabrosi. "Tosað verður nógv um smittuvandan