Støðan á tingi er kaotisk

Samanrikið politiskt dugnaloysi er nú endað í ábyrgdarloysi, og stórir dungar av illa og í mongum førum als ikki fyrireikaðum lógaruppskotum fylla hyllar, skáp og borðini hjá tingmonnum.

Árliga plagar tingið at halda einar 100 fundir, og viðgera eini 100-130 mál.

80 mál liggja í dag til viðgerðar í 14 dagar.

Hvussu lítið skil er í tingarbeiðiðnum sóu vit ma. á fundi í gjár, tá samgongan als ikki hevði tíð til at viðgera síni egnu mál.

Hergeir Nielsen var einasti tingmaður í tómum tingsali, ið tók orðið í einum málið hjá samgonguni.

 

Talan var um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd.

 

Málið frammanundan var eitt mál um at verja ozonlagið, og tá var hesin andstøðumaðurin sjálvur annar í orðaskiftinum.

 

Fyrra málið átti Jacob Vestergaard og seinna málið átti løgmaður. Hvørgin teirra var staddur á tingi til málsviðgerðina av egnu málum.

 

Í dag noyddist hesin seinni so at taka politiska lívið av tí fyrra, og neyvan fer hetta slátrið at bøta um skirvisliga løgtingsarbeiðið í øðrum málum.

 

Hóast løgmaður átti annanhvønn spurning í munnligu spurnartíðini í gjár, sat hann allan dagin niðri í Nesinum og leitaði eftir, hvussu hann kundi bjargað Jacobi burtur úr tí óføri, hann hevði rótað seg út í á strandferðsluni.

 

Tað bar so heilt einfalt ikki til longur, tí tað kom at kosta løgmanni sjálvum lívføri frameftir, og er nú samgongan ein landsstýrismann fátækari.

 

Samgongan hevur raðfest umhvørvismál sera lágt øll fýra árini, at men als ikki at møta ella taka orðið í teimum fáu umhvørvismálum, ið samgongan sjálv er komin við í ellivta tíma, tað man vera botnurin av illvilja og tørvandi virðing mótvegis júst hesum málsøki.