Demokratiska forsetavalevnið í USA, Barrack Obama, mælti heimsins fólki til at standa saman, tí júst okkara tíð er tann týdningarmesta fyri heimin, segði hann í røðuni fyri teimum umleið 100.000, sum vóru komin í miðbýin í Berlin at lurta eftir honum í gjárkvøldið.
Obama takkaði Berlin og Týsklandi fyri ta sjáldsomu móttøkuna, sum hann hevði finigð, og hann legði dent á, at hann tosaði sum ein amerikanskur borgari og sum ein felags heimsborgari og ikki sum eitt amerikanskt forsetavalevni.
-Í tí nýggja heiminum hava vit ikki ráð til at verða spjadd, segði Obama og legði afturat, at tann sameindi Berlin er eitt tekin um, at tað ber til at vinna á spjaðing, bara fólk arbeiða saman.
-Tann størsti vandin er, at vit lata nýggjar múrar skilja okkum sundur, segði Barrack Obama við mannfjøldina, sum fagnaði honum við rungandi lógvabrestum.
Í røðimi, sum frammanundan bleiv roknað sum tað uttanríkispolitiska sveinastykkið hjá tí 46 ára gamla senatorinum, nam Obama við søguna hjá týska høvuðsstaðnum og serstakliga leiklutin hjá býnum undir Kalda Krígnum. Í hesum viðfangi nevndi hann, at júst nú eru 60 ár liðin, síðani luftbrúgvin hjá teimum sameindu hjálpti tí avbyrgda fólkinum í Vesturberlin, tá sovjetski herurin stongdi allar vegir til býin.
Undan røðuni vóru fleiri, sum bóru røðuna hjá Obama saman við ta tiltiknu røðuna, sum John F. Kennedey, forseti, helt í Berlin í 1962. Obama brúkti ikki orðini "Ich bin ein Berliner", men hann sett kortini býin í heimsljósið:
-Heimsins íbúgvar - hyggið at Berlin, har søgan prógvaði, at eingin avbjóðing er ov stór til ein heim, ið stendur saman, segði Obama.