Borgarafundur í Leirvík um vegaføring

Seinastu fjúrtan dagarnar hava borgarar í Leirvík havt høvi at skrivað undir eitt mótmælisskriv, har mælt verður frá at leggja vegaføringina frá Norðoyatunlinum omanfyri bygdina og niðanfyri bygdarhúsið. Higartil hava eini 300 fólk skrivað undir mótmælisskrivið

Leirvík

Komandi fríggjakvøld klokkan 19 verður almennur pallborðsfundur í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er Filip Hansen í Leirvík, sum hevur tikið stig til fundin.
Filip sigur, at hetta í fyrsta lagi er ein stuðulsfundur til Leirvíkar bygdarráð, nú bygdarráðið er samt um, hvussu vegaføringin gjøgnum Leirvíkar bygd í sambandi við Norðoyatunnilin skal fremjast.
Á fundinum verða báðar ætlaninar, sum frammi eru fjøruloysnin og vegur omanfyri bygdina lýstar.

Áhugavert pallborð
Tað verður Filip sjálvur, sum fer at leggja fyri á fundinum. Hann fer at greiða frá teimum báðum ætlanunum, sum tosað verður um í dag.
Við pallborðið fara eitt nú at sita politisk umboð, umboð fyri Landsverk, NCC og umboð fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Fyrivarni verður tó tikið við, at allir partar enn ikki hava játtað luttøku á fundinum.
Filip Hansen sigur, at hann eisini hevur boðið øllum politiskum flokkum at senda umboð til fundin, bæði samgongu-og andstøðuumboðum.
- Á fundinum verður eisini høvið at seta fram spurningar, og vit vóna, at hetta verður ein góður fundur, soleiðis at vit eru komin loysnini nærri, tá ið fundurin er liðugur, sigur hann.

Undirskriftir
Seinastu fjúrtan dagarnar hava fólk í Leirvík havt høvi at skrivað undir mótmælisskriv, sum hevur ligið frammi á Statoil í Leirvík og seinastu dagarnar eisini í handlinum hjá Rasmusi.
- Tey, sum skriva undir, mótmæla ætlanini at leggja vegaføringina úr Norðoyatunlinum omanfyri bygdina, tí henda ætlan eitt nú fer avstað við so nógvum og góðum byggilendi.
Filip Hansen sigur, at í mótmælisskrivinum, sum eini 300 borgarar í Leirvík higartil hava skrivað undir, verður ikki beinleiðis mælt til umrøddu fjøruloysnina, men mælt verður til, at vegaføringin verður niðanfyri bygdina og omanfyri havnalagið.