Danski høvundin, Hanne-Vibeke Holst, er komin til landið. Millum klokkan 16-17 í dag verður hon at hitta í Gamla Bókhandli, har hon fer at signera bøkur Hanne-Vibeke Holst vitjar Føroyar í dag og í morgin. Tað eru Demokratia og Javnstøðunevndin, ið skipa fyri vitjanini, og skal Hanne-Vibeke Holst hava tveir fyrilestrar á vitjanini. Tann fyrri verður í kvøld klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum, og tann seinni verður týskvøldið klokkan 20.00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Hanne-Vibeke Holst er fødd í 1959. Hon er útbúgvin journalistur og hevur seinastu mongu árini virkað sum skribentur, kjakari og rithøvundur til bøkur, filmar og sjónvarp. Hon er nevndarlimur í fleiri nevndum og í donsku UNESCO-kommissiónini. Eisini er hon Goodwill Ambassador fyri ST-fólkatalsgrunnin UNFPA. Hon tekur javnan lut í almenna kjakinum í Danmark, og leiklutur hennara sum rithøvundur og kjakari hevur ført til eina langa røð av virðislønum. Ta seinastu fekk hon í 2008, og var tað nógv umtalaða virðislønin, De Gyldne Laurbær.
Hanne-Vibeke Holst gav út fyrstu ungdómsbókina í 1980, og síðan komu fleiri. Mest kend er hon fyri verkið í trimum pørtum ?Kronprinsessen? (2002), ?Kongemordet? (2005) og ?Dronningeofret? (2009). Her setir Holst fokus á vald, bæði sum politiskt hugtak og í viðurskiftunum millum kynini, í familjuni, á arbeiðsplássinum og annars.
Hetta verkið hevur fingið góð ummæli, og nakrar av bókunum eru eisini gjørdar til film og sjónvarpsrøðir. Fleiri av bókunum eru umsettar til onnur mál, m.a. týskt og hollendskt.
Seinnapartin í dag verður hon at hitta í Gamla Bókhandli, har hon fer at signera bøkur millum klokkan 16-17.