Pál Joensen hevur endaliga staðfest, at hann er í heimsflokki. Ungi vágbingurin hevur vunnið gull til Føroyar í 400 m frí í evropameistarakappingini í Beograd Tað byrjaði við fagnaði og veitsluhýri millum áskoðararnar á Tasmajdan Stadion í Beograd, sum vóru komin at stuðla sínum bestu, ungu svimjarum ? tveir úr Pólandi, umframt ein úr Grikkalandi, Stórabretlandi, Italia, Fraklandi og Russlandi.
Men veitsluhýrurin, ið merkti byrjanina av finaluni, broyttist so við og við til tøgn og undran, alt meðan Pál Joensen vant burtur úr sínum mótstøðumonnum. Hann legði seg klárt á odda at kalla beinanvegin og var meginpartin av finaluni eina til tvær kropslongdir fremstur. Ikki fyrr enn Pál Joensen hevði vent fyri seinastu ferð og skuldi svimja seinastu 50 metrarnar heim á mál, byrjaði italiumaðurin Alex Di Giorgio at ota seg inn á hann. Munurin minkaði fyri hvørt tak, men Pál Joensen helt tørn, kom fyrstu á mál, og tryggjaði Føroyum evropeiskt gullheiðursmerki. Tíðin hjá Pál Joensen var 3:51:44, meðan italiumaðurin kom næstur á mál við tíðini 3:51:55. Nummar trý var Xavier Mohammed úr Stórabretlandi.
Tíðin hjá Pál Joensen er góð trý sekund betri enn gamla, føroyska metið. Til samanberingar var vinnaratíðin í finaluni í 400 m frí til HM í svimjing í Meksiko fyri góðum trimum vikum síðani, 3:51:81.
- Úrslitið prógvar, at tað var rætt, tá vit fyri tveimum árum síðani settu okkum sum málsetning at Pál skuldi vinna evropeiskt gull í ár. Hetta rættvísger alt stríðið og alla hørðu venjingina, Pál hevur verið ígjøgnum, segði ein fegin og stoltur venjari, Jón Bjarnason, við Rás2 beint eftir finaluna.