Hondbólturin byrjar leygardagin

Fótbóltur: Hondbóltsskipanin er komin út

Leygardagin byrjar hondbólturin, og so verður hondbóltur hvørt vikuskifti ? burtursæð frá tveimum vikum um jóltíðir ? fram til 1. apríl, tá seinasta umfarið hjá bæði monnum og kvinnum verður spælt.

Ann Hansen ur Kyndli og Signhild Petersen úr StÍF prýða forsíðuna á nýggju hondbóltsskipanini, sum er komin út, og skipanin líkist tí frá seinasta kappingarárið.

Í fororðinum verður m.a. sagt, at »fjórða árið á rað eru fleiri lið meldað til kappingina enn undanfarna ár. Samanlagt trettan lið fleiri enn seinasta ár. Eisini er áhugin millum áskoðararnar vaksandi. Hetta fegnast vit um.«

Tað er formaðurin í Hondbóltssambandinum, Petur Ove Petersen, sum skrivar, og hann heldur fram:

»Tó harmast vit um, at t.d. Suðuroyggin og kanska serliga TB ikki er so væl við í hondbóltinum. Hetta kemst allarhelst av, at leiðarar og venjarar mangla. Tað er at vóna, at hesin spurningur kann verða loystur, so at Suðuroyggin í størri mun aftur kann koma við í hondbóltskappingina. Hugaligt er, at Stjørnan nú aftur er á veg. Vónandi fer samstarvið ímillum NSÍ og GÍ at eydnast væl.«

Hondbóltsskiparin líkist sær sjálvari. Hon er hent at hava hjá teimum, sum ætla sær at fylgja við í hondbóltskappingunum í ár. Her standa, nær dystirnir verða, hvar teir skulu spælast, og enntá hvat klokkan teir vera.

Tað ber eisini til at skriva úrslitini í vaksnamannadeildunum upp í bókina í ein av hesum »úrslitakassunum«, sum eisini eru kendir frá m.a. fótbóltsskipanini. Men kassarnir eru alt ov lítlir til, at tú kanst skriva úrslitini í. Hví so er, er ilt at siga, men tað sær eitt sindur láturligt út og eigur at gerast betri til næsta ár.