sum vágafólk høvdu sett á tær, og dreingirnir úr Kvívík vóru eins sannførandi, sumt eir hava verið á øllum hinum fýra róðrunum. Tað er kanska ikki rætt at iðra seg, tá tað gongur sume ftir ánni, men um [...] tak á støðuni. Sum so ofta áður fingu tær størsu kappingina fra Kolli. Munurin var ikki meiri enn ein lítil hálv bátslongd, tá bátarnir fóru um málið, men tað var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna. Junkarin [...] eru nógv bestir Heldur ikki í Miðvági stóð nakar dreingjunum umborð á Junkaranum kurl. Teir vóru kanska tríggjar bátslongdir frammanfyri hinar, tá teir fóru um málið. Millum fýra teir næstu bátarnar var
áhugaðir í at meginfelagið arbeiddi víðari við ætlanini, sigur Chris Jan Michelsen. Hann sigur, at ein fortreyt fyri at fáa eina slíka innsavningarskipa at rigga, er, at tað vera hampiligar nøgdir at flyta [...] skipanirnar, so at bilarnir koyra ís út og taka fisk heimaftur við, fyri at fáa flutningskostnaðin niður. Ein flutningsstudningur er í gildi og ætlanin er eisini at royna at innarbeiða hann í skipanina onkusvegna [...] hvussu skipanin kemur at síggja út, hvussu nógvar innsavningarstøðir verða o.s.fr. Men vit kunnu kanska hugsa okkum eina savningarstøð í Suðuroy, eina í Havn og eina í Vágum. Koma sandingar uppí, skuldi
Thomsen sum byggja goymsluna og hon fer at kosta 8,5 milliónir, tá ið hon er liðug.Johan Dahl, sum er ein av høvuðsmonnunum, sigur, at tað hevur stóran týdning fyri teir at alt virksemið er savnað á einum [...] einum stað. Vit hava arbeitt kring alt landið og tað er báði dýrt og trupult at stýra. Tí er tað ein stórur fyrimunur at alt er á einum stað. Hann sigur, at teirra virksemið er nokk so víðfevnt við tað, at [...] áss, men at teir nú fara at etablera seg á einum stað. Og at frystigoymslan júst bleiv í Vági er kanska ikki heilt av tilvild heldur. Vit hava havt nógv samstarv við Vágbingar nú í nøkur ár, sigur Johan
arbeiðsløn, er tað svarta arbeiðið munandi minkað. Hetta hevur hann serliga hoyrt frá meistarum úti á bygd. Truplari er at kanna hetta í Havn, men heldur hann eisini, at hetta slagið av arbeiði er minkað í [...] koma teir ikki heimaftur enn. Skattafrádráttur avtakast? Vilhelm heldur eisini tað er rætt, tá ið ein hugsar um byggivirksemið í Føroyum, at taka burtur hesar skattafyrimunirnar. Hann sær kortini trupulleikan
uttanlands um at gera sjálvt útbjóðingararbeiðið. Vit valdu ein norskan, tí vit mettu, at hann kann gera arbeiðið bæði skjótari og bíligari. Ein stýrisbólkur er settur at taka sær av sjálvum útbjóðingar [...] fyrireikingararbeiðið. Høvdu handlað øðrvísi Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju heldur, tað verða ein sindur løgin mannagongd, sum er farin fram í samband við at gera útbjóðingararbeiðið. ? Vit skiltu [...] tílíkt arbeiði. Ikki hevur verið so nógv at gjørt á teknistovuni á Tórshavnar Skipasmiðju, og tað sær kanska út til, at teir nú eisini eru noyddir at minka um hana.
ungu. Peningurin tey vinna er gott íkast til útbúgvingarstuðulin og kemur væl við. Onkur ætlar sær kanska uttanlands í summarfrí í august, meðan onkur annar bert ætlar sær á Ólavsøku. Felagsnevnarin fyri [...] arbeiði, sum ikki krevur maskinorku. Sum rímuligt er, so farast bygningarnir og skúrarnir hjá landinum eins nógv og hjá øðrum, og tí krevst eitt ávíst viðlíkahald av slíkum. Men tað er ikki alt viðlíkahald [...] fegin um at hava møguleikan fyri at vinna sær nøkur oyru eyka, og vit fáa nøkur arbeiði gjørd, sum kanska annars høvdu ligið á láni Er talið av ungdómum hækkað nú síðan gongd er komin á aftur samfelagið
r vóru vánaligar, og at peningurin kundi verið nýttur til okkurt betri. Nógv hevur verið skrivað, ein blaðmaður skrivaði eftir fyrstu sendingarnar, at sendingarnar vóru tær vánaligastu, ið gjørdar vóru [...] og at ætlanin ikki er at spilla nakran út. Fleiri hava rættiliga tikið skemtisendingarnar til sín. Ein orsøk til, at sendingarnar eru so væl umtóktar liggur óivað í, at tær eru øðrvísi, enn tað vit vanliga [...] tekningar eru komnar inn. Hvørja viku verður drigið um 3 Pipar og Salt fløgur. Høvuðsvinningurin, ein Playstation og fótbóltsspæl frá 3' aranum í SMS, verður drigin 24. juli. Ólavsøkubúnin Sum eykavinningar
fyri ella ímóti Auken, fyri ella ímóti Nyrup Rasmussen. Ein teirra, ið legði seg út í stríðið fyri Nyrup Rasmussen var Birthe Weiss, sum skilst ein sonn bardagakvinna fyri at sleppa honum framat. Sum í øðrum [...] talvinum millum Danmark og Føroyar. Tað eiga vit at gera okkum greitt. Teir velja ímillum fleiri leikir. Ein er harðar samráðingar millum okkum og Danmørkina, meðan annar møguliga kann ræða meira, »blídligar« [...] hvussu Lykketoft, Weiss og Nyrup Rasmussen á ruddiligan hátt akaðu Auken út av rókini. Meðan eg las lá ein færri av hugsan hjá mær bókin, eg beint undan hevði lisið um politisku uppgerðina í Týsklandi millum
Toftum. Her er gott pláss og vit hava uppboðssøluna beint við. So her skuldi verið ein góður møguleiki, kanska hjá onkrum av teimum yngru, sum hava gingið í skúla. Tað ganga nógv ungfólk í skúla, [...] sum hevur bygt virkið. Tað er eitt ár síðani teir keyptu høllina, sum virkið er í. Tá var tað bara ein skrokkur. Men síðani hava teir innrætta høllina og gjørt hana lidna. Ætla at leiga virkið Tað eru tríggir [...] hava vit eisini skip, og tað vísir seg mangan, at tað er trupult at sleppa av við summi fiskasløg, kanska serliga hýsuna, hóast tað er frægari nú. Tí hildu vit, at tað var tørvur á einum lítlum flakavirki
Søgulig rulluskoytukapping Mótafyribrigdini raka føroyska fólkið eins meint og nógva aðrastaðni í framkomna partinum av Europa. Einaferð var tað hula-hop ringurin, sum tók øll á bóli, og bæði undan og [...] verður eingin róður í ár. Men eg skal ikki nokta fyri, at vit gjarna vildu havt kappróður við, og kanska fara at hava tað í framtíðini, sigur Jógvan Gregersen, sum er formaður í Gøtu Ítróttarfelag. Gøtufólk