Verður útbjóðað bæði í Føroyum og uttanlands

Fiskimálastýrið hevur valt ein norskan konsulent at gera útbjóðingartilfarið til byggjan av nýggjum vaktarskipi klárt. Tá hetta arbeiðið er liðugt seinna partin av august verður sjálvt arbeiðið at gera skipið boðið út bæði í Føroyum og aðrastaðni

? Eg kann bara upplýsa tað sama sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, hevur upplýst Løgtinginum, at sjálvt arbeiðið at gera nýtt vaktarskip verður bjóðað út bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta sigur fiskimálastjórin, Kaj P. Mortensen. John Petersen hevur sjálvur summarfrí.

? Vit hava eisini tosað við nakrar konsulentar bæði í Føroyum og uttanlands um at gera sjálvt útbjóðingararbeiðið. Vit valdu ein norskan, tí vit mettu, at hann kann gera arbeiðið bæði skjótari og bíligari.

Ein stýrisbólkur er settur at taka sær av sjálvum útbjóðingartilfarinum.

? Tað tekur nakað at tíð at gera hetta arbeiðið. Arbeitt verður m.a. við ymiskum sløgum av tekningum, fyri eisini at gera okkum greitt áðrenn, hvat tað er fyri skip, vit vilja hava. Tí verður eisini arbbeitt við einkultlutum. Jú betri fyrireikingararbeiðið er gjørt, betri er eisini møguleikarnir fyri, at verkætlanin heldur. Minni fyrivarni verða tikin, og tíðin skuldi eisini hildið. Tí hava vit valt at leggjan stóran dent á fyrireikingararbeiðið.


Høvdu handlað øðrvísi

Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju heldur, tað verða ein sindur løgin mannagongd, sum er farin fram í samband við at gera útbjóðingararbeiðið.

? Vit skiltu tað á tann hátt, at vit vóru teir einastu, sum vóru spurdir í sambandi við sjálvt útbjóðingararbeiðið. Vit góðu eitt tilboð. Aftaná fingu vit at vita, at hetta arbeiðið var farið í norskar hendur, sigur Poul.

Poul heldur, at teir høvdu handlað nakað øðrvísi, um teir høvdu vitað hetta áðrenn. Hann heldur eisini, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur nógvar royndir og góðar møguleikar at gera eitt tílíkt arbeiði.

Ikki hevur verið so nógv at gjørt á teknistovuni á Tórshavnar Skipasmiðju, og tað sær kanska út til, at teir nú eisini eru noyddir at minka um hana.