Vit hava verið avbera væl nøgdur við samstarvið við Vágbingar. Tí kundu vit akkurat tað sama byggja frystigoymsluna her.
Johan Dahl og aðrir eru nú farnir undir at byggja eina stóra frystigoysmlu í Vági.
Sostatt skal alt tað virksemið, sum tey seinastu árini hevur verið spjadd um alt landið, miðsavnast í Vági.
Frystigoymslan tekur 4.200 tons á plattum og hon verður liðug umleið hálvan november.
Tað er partafelagið Faroe Coldstores sum stendur fyri byggingini.
Og teir, sum hava stovnað Faroe Coldstores eru Faromar, Arcades Viking, Angus Sinclair og International Seafood, sum er eitt dótturfelag hjá J. Marr, sum Johan Dahl hevur samstarvað nógv við.
Tað eru Tormann Vang á og Magnus Thomsen sum byggja goymsluna og hon fer at kosta 8,5 milliónir, tá ið hon er liðug.Johan Dahl, sum er ein av høvuðsmonnunum, sigur, at tað hevur stóran týdning fyri teir at alt virksemið er savnað á einum stað.
Vit hava arbeitt kring alt landið og tað er báði dýrt og trupult at stýra. Tí er tað ein stórur fyrimunur at alt er á einum stað.
Hann sigur, at teirra virksemið er nokk so víðfevnt við tað, at tey keypa fisk t.d. frá russarum, frá bretum, hálendingum, føroyingum.
Somuleiðis selja og avskipa teir fisk at kalla runt allan knøttin.
Nógv av okkara virksemi er her kring Føroyar í Norðuratlantshavi. Tí kann frystigoymslan einsvæl vera í Føroyum, sum í Hetlandi, ella onkra aðrastaðni.
Her liggur hon heilt væl fyri, mitt úti í Atlantshavi, tí at yvirhøvur spara skipini siglingstíð at koma higar, heldur enn at fara aðrastaðni sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at teir hava brúkt Føroyar í nøkur ár sum avskipingarpláss, men at teir nú fara at etablera seg á einum stað.
Og at frystigoymslan júst bleiv í Vági er kanska ikki heilt av tilvild heldur.
Vit hava havt nógv samstarv við Vágbingar nú í nøkur ár, sigur Johan Dahl Og hann sigur, at teir hava verið stak væl nøgdur samstarvið.
Tað er gott arbeiðsfólk í Vági. Og vit hava nú sum frá er liðið, fingið okkum eitt sjakk av fólki, sum er vant við hetta arbeiðið, og tí ber skjótt at. Og tað hevur eisini stóran týdning
30-40.000 tons
Johan Dahl sigur, at tað er ilt at siga, hvussu stórt virksemi verður á frystigoymsluni í Vági.
Tað veldst sjálvandi um, hvørji skip vit fáa. Men vit skuldu kunna klára at umskipa eini 30-40.000 tons um árið frá útlendskum og føroyskum bátum - minst.
Men tað kann so eisini verða, at tað verður brúk fyri meiri plássi - man veit aldrin.
Vit ætla í hvussu so er at gera okkara til at marknaðarføra hetta økið. So fáa vit at síggja, hvussu tað gongur.
30-60 fólk
Tær umskipingar, sum Johan Dahl og teir hava havt í Vági hava ikki givið støðugt arbeiðspláss.
Men teir dagar, arbeiðið hevur verið, hevur tað verið sera nógv at gjørt hjá nógvum fólkum í nógvar tímar.
Gongur, sum ætlað, fer talið á arbeiðsfólki at svinga ímillum 30 og 60.
Johan Dahl sigur, at ætlanin er at fáa fast sjakk at arbeiða fast fyri teir.
Hann heldur eisini, at ein goymsla uppá góð 4.000 tons skuldi kunnað skapt eitt nøkunlunda støðugt arbeiðspláss.
Ætlanin er at bjóða frystigoymsluna út til øll, sum hava áhuga, ikki bara til uppisjóvarfisk, men eisini t.d. til flakatrolararnar, rækjutrolarar o.s.fr.
Hetta á føtur fyrst
Spurdur um teir ætla sær at steðga á við frystigoymsluni, ella um teir ætla sær víðari og kanska fara at virka fisk eisini, sigur hann, at tað er ongin støða tikin til.
Tann spurningin taka vit upp seinni. Men tað er væl møguligt, leggur hann afturat
Vit taka eitt stig í senn. Lat okkum fáa hetta at ganga í eini tryggari legu, áðrenn vit taka spurningin um næsta stig, upp.
Johan Dahl sigur, at teir frammanundan hava gott samstarv við fleiri virki í Føroyum, t.d. Havsbrún, Tavuna, Bakkafrost, Fram, Pelagos. Tað ætla vit at halda fast um. Men hvat so kann taka seg upp í longdini vita vit ikki, sigur hann.