Tann sum hevur eina góða ætlan kann leiga virkið

Sjálvir eru vit blivnir ov gamlir at fara undir nakað nýtt.

­ So liggur onkur inni við eini góðari ætlan, vita tey, hvaðar tey kunnu ringja, sigur Jógvan I. Olsen

Í heyst stendur eitt nytt fiskavirkið liðugt á bryggjuni á Toftum.

Tað er partafelagið Regn, sum hevur bygt virkið.

Tað er eitt ár síðani teir keyptu høllina, sum virkið er í.

Tá var tað bara ein skrokkur. Men síðani hava teir innrætta høllina og gjørt hana lidna.

Ætla at leiga virkið

Tað eru tríggir skyldmenn, sum eru høvuðsmenn í Regni, teir eru Jógvan I. Olsen, beiggi hansara Jákup Olsen og svágur hansara Pætur Hansen.

Men fyrrverandi løgtingsformaðurin ætlar sær ikki í holt við fiskavirki, saman við skyldmonnunum, nú hann læt seg pensjonerað í politikki.

­ Vit eru sum sagt tríggir, sum eiga tað. Og eg, sum eri 68 ára gamalur, eri yngstur. So tað er ikki rætti aldurin at fara undir nakað nýtt, sigur Jógvan I. Olsen.

So ístaðin fyri at standa fyri tí sjálvir, ætla teir sær leiga virkið út til onkran, sum hevur eina burðardygga ætlan at vísa á.

Sjálvir ætla teir sær ikki í holt við nakað virksemið í húsinum uttan so, at ongin annar hevur áhuga.


Til fekst og fryst

Jógvan Ingvard Olsen sigur, at nú ætlanin er at gera virkið liðugt og klárt at taka tað í nýtslu.

Virkið er 900 fermetrar. Tað er innrættað til flakavirkið. Tvs, at gólvið er gjørt, har eru wc, matarhøll, kompressararúm, fýrrúm trukkrúm, skrivstova til arbeiðsformannin, slúsa o.s.fr.

Tað, sum er eftir at gera eru kølirúm og frystirúm.

­Hetta er eitt hús, sum lýkur øll krøv, sum í dag verða sett til fryst og fekst, sigur Jogvan Ingvard Olsen.

Men hvussu stór framleiðsluorkan verður, veldst um, hvørjar maskinur verða settar í tað.

Í ovaru hæddini eru skrivstovur og tvær teirra eru leigaðar út.

Alt virkið, sum tað er, kostar ikki niðanfyri fýra milliónir.


Skapa umstøður

Jógvan Ingvard Olsen, at tað var ongantíð ætlanin at teir sjálvir skuldu undir fiskaarbeiði á Toftum.

Men teir fóru undir hetta, tí teir hildu, at tað manglaði eitt flakavirki á Toftum.

­ Vit høvdu Nyk, sum var eitt stórt arbeiðspláss, har eini 80, uppí 150 fólk høvdu sína dagligu inntøku.

­ Nykur endaði í stóra potti hjá Fiskavirking.

­ Hon skræddi alt innan úr og gjørdi Nyk til eitt saltfiskahús.

­ Men har er lítið at gera nú afturímóti tá ið Nykur var í vælmaktini.

­ Vit nú hava vit eisini skip, og tað vísir seg mangan, at tað er trupult at sleppa av við summi fiskasløg, kanska serliga hýsuna, hóast tað er frægari nú.

­ Tí hildu vit, at tað var tørvur á einum lítlum flakavirki, sigur fyrrverandi løgtingsformaðurin.

Hann heldur eisini, at tað skuldi verið lagamanni at havt eitt fiskavirki á bryggjuni á Toftum.

­ Her er gott pláss og vit hava uppboðssøluna beint við.

­ So her skuldi verið ein góður møguleiki, kanska hjá onkrum av teimum yngru, sum hava gingið í skúla.

­ Tað ganga nógv ungfólk í skúla, men satt at siga, veit eg ikki, hvat verður av teimum.

­ Eg haldi ikki, at tey síggjast aftur í vinnuni, suffar gamli vinnulívsmaðurin á Toftum.

Jógvan I. Olsen sigur, at tað vísir seg oftani, at har umstøðurnar eru til tað, hendir eisini nakað.

Tað var eisini útfrá tí, at teir keyptu høllina og gjørdi tað liðugt.

­ Vit vildu skapa umstøðurnar, so kundi onkur anar fingið møguleikan, sum hevur hug og hegni til tað.

­ So liggur onkur innibrendur við eini góðari ætlan, veit hann, hvaðar hann kann ringja.

Men Jógvan I. Olsen leggur dent á, at teir ætlanin er ikki at leiga út til hvat sum helst.

­ Vit ætla at tryggja okkum so væl sum tilber, at talan er um eina burðardygga ætlan, sigur hann.