Stevnusnøklar úr Gøtu

Tað verður bygdastevna í Gøtu um vikuskiftið og í tí sambandi hava vit her nakrar stevnusnøklar

Søgulig rulluskoytukapping

Mótafyribrigdini raka føroyska fólkið eins meint og nógva aðrastaðni í framkomna partinum av Europa. Einaferð var tað hula-hop ringurin, sum tók øll á bóli, og bæði undan og eftir hava dømini um uppfinnilsi, sum eru tengd at frítíð og stuttleika, verið nógv.

Og summarið í ár er trillrunt, sjálvt um føroysku tónleikaoyruni eru fangað av ?ketsjupp einum jørnið?. Rulluskoyturnar eru komnar afturíaftur, og eru so nógv at síggja, sum tær ongantíð áður hava verið.

Hetta hevur fingið gøtufólk at skipa fyri eini søguligari rulluskoytukapping. Kappingin, sum er tann fyrsta av sínum slagi í landinum, fer fram fríggjadagin og sunnudagin á Oyruni.

Kappast verður í slalom upp á tíð, og aldursbólkarnir eru fýra í tali. Fríggjadagin verða innleiðandi kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar, og 10 tey bestu sleppa við í finaluna, sum verður sunnudagin klokkan 16.00.

Innleiðandi kappingarnar byrja klokkan 17.00 fríggjadagin. Tá kappast tey í aldrinum undir átta ár. Klokkan 18.00 eru tað tey frá átta til 10 ár, klokkan 19.00 tey frá 11 til 14, og rulluskoytarar yvir 14 ár kappast frá klokkan 20.00.

Tað kostar 20 krónur at verða við, og kravt verður at luttakararnir hava hjálm.Vinnararnir av teimum fýra aldursbólkunum fáa steyp til ognar, tá kappingin er av sunnudagin.


Haldgrím setur stevnuna

Fríggjadagin verða fyrstu tiltøkini, men stevnan verður alment sett leygardagin, og tað verður gjørt á fótbóltsvøllinum.

Tað verður júst fráfarni formaðurin í Gøtu Ítróttarfelag, Haldgrím Gregersen, sum fer at halda røðu og seta stevnuna.

Felagskórið úr Gøtu og Lorvík fer at syngja undir setanini.


Tivoli allar

dagarnar

Fríggjakvøldið klokkan 19.00 letur tivoli upp á Oyruni, og har munnu mong fara at brúka nakað av tíð um vikuskiftið.

Tivoli-tilboðini til gøtufólk og stevnugestir verða eisini opin hinar stevnudagarnar.

Leygardagin verður latið upp klokkan 16.00, og sunnudagin letur upp klokkan 15. Allar dagarnar verður til seint út á kvøldið.

Tilboðini vóru nógv, og líkjast teimum, sum fólk kenna frá tivoli á hinum stevnunum kring landið.


Eingin

kappróður

Tilboðini á stevnuni eru mong og fjølbroytt, men tað tiltakið, sum meiri enn nakað annað, setur dám á aðrar stevnur, verður ikki við í Gøtu, og tað er kappróðurin.

Stevnan í Gøtu er lutvís ung og hevur ongar traditiónir við kappróðri. Einaferð í 80?unum róðu teir á Gøtuvík, men seinastu nógvu árini hevur ikki verið uppá tal at hava kappróður, og tað hevur tað heldur ikki evrið í ár.

? Kappróður skal fyrireikast í góðari tíð, og tí verður eingin róður í ár. Men eg skal ikki nokta fyri, at vit gjarna vildu havt kappróður við, og kanska fara at hava tað í framtíðini, sigur Jógvan Gregersen, sum er formaður í Gøtu Ítróttarfelag.

Gøtufólk hava ikki verið eiðasør til kappróður, sjálvt um GøtuTróndur ikki hevur gjørt um seg seinnu árini.

Gøta eigur fleiri FM-heitið við Gøtu-Tróndi og Toftabátunum, sum teir landu eitt skifti, men í ár rør eingin bátur úr Gøtu.

? Sjálvandi hevði kappróður gjørt stóran mun, um hann var við, tí hann dregur so nógv fólk, bæði tey sum rógva, og tey sum fylgja við, men í ár mugu vit klára okkum fyriuttan og leggja okkum tí at hava nógv onnur tilboð á stevnuni, sigur Jógvan Gregersen.

Dreymurin hjá gøtufólkið er at fáa veruligan FM-kappróður á Gøtuvík, men tað liggur nógv ár frammi í tíðini.