»Mangir leikarar í longum talvi«, plagdi fyrrverandi floksformaður fólkafloksins Hákun Djurhuus at taka til.
Politiskt framkomnir menn sum Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft hava ikki útinnt seinasta leikin í talvinum millum Danmark og Føroyar. Tað eiga vit at gera okkum greitt.
Teir velja ímillum fleiri leikir. Ein er harðar samráðingar millum okkum og Danmørkina, meðan annar møguliga kann ræða meira, »blídligar« samráðingar, og hava heilt annað aftan fyri bak. ? Eingin ivi er um, at teir hava nógv at velja í, teir hugsa seg væl um, tí teir eru ikki lidnir við Føroyar.
Helst er betur fyri Føroyar, at tað ikki eru javnaðar- og sambandsflokkurin, ið standa í fremstu røð í løtuni.
At Jóannes feldi Weiss
verður ikki gloymt
Fyri stuttum las eg bókina hjá Pettinu Heltbert um hvussu Lykketoft, Weiss og Nyrup Rasmussen á ruddiligan hátt akaðu Auken út av rókini. Meðan eg las lá ein færri av hugsan hjá mær bókin, eg beint undan hevði lisið um politisku uppgerðina í Týsklandi millum báðar heimsbardagarnar. ? Eg sammeti tó ikki hesi bæði.
»Søgan endurtekur seg, men vit læra einki av henni«, verður sagt.
Tá uppgerðin í danska javnaðarflokkinum fyrst í nítiárnum varð framd, var umráðandi hjá ymisku floksfeløgunum at taka støðu fyri ella ímóti Auken, fyri ella ímóti Nyrup Rasmussen.
Ein teirra, ið legði seg út í stríðið fyri Nyrup Rasmussen var Birthe Weiss, sum skilst ein sonn bardagakvinna fyri at sleppa honum framat.
Sum í øðrum politiskum stríði, meta nøkur hetta ikki reint, men Nyrup Rasmussen saman við strateginum Lykketoft og stríðskvinnuni Birthe Weiss vunnu. ?Nyrup inn og Auken út.
Tá nýggjur fólkatingsformaður seinast varð valdur, var tað atkvøða formans føroyska javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard, sum restaði í. Hann feldi sostatt eina av stríðskvinnunum hjá Nyrup og Lykketoft. ? Hetta verður ikki gloymt, verið vís í tí.
Nyrup hevur víst
ivasaman kærleika
til Føroyar
Beinanvegin Nyrup Rasmussen kom framat í Danmark, høvdu fleiri á orði, at hesin var ikki og kom ongantíð at gerast Føroyavinur. ? Tað eiga vit at minnast til nú, vit skulu leggja upp til samráðingar, ið verða harðar, frá danskari síðu snildisligar og fløktar.
Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður, var heldur ikki serliga væl heitin av sínum floksfeløgum í Danmark.
Tað, at Nyrup Rasmus-sen og seinni Auken koma til Føroya kundi bent á eitt »spæl fyri gallarínum«.
Latið okkum í komandi samráðingum vera væl fyri, vælskipaðir og ikki minst hava í huga, at Nyrup Rasmussen, Lykketoft og kanska eisini Marianne Jelved hava ikki sent seinasta leikin út á talvið, og tað var heldur ikki teimum fyri at takka, at Føroyar fingu eina avtalu í bankamálinum.
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður