Seta tiltøk í verk fyri at fáa betri prís fyri fiskin

­Meginfelag Útróðrarmanna ætlar sær undir eitt risa tiltak fyri at fáa prísin á útróðrarfisk upp. ­ Skulu vit yvirliva er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at fáa prísin upp, sigur formaðurin

Útróðrarmenn, sum avreiða beinleiðis til virkini, hava mangan kensluna av, at teir eru meiri til fortreð, enn til gagns.

Hetta sæst eisini aftur á prísinum.

Tað er heilt vanligt, at útróðrarmenn, sum avreiða beinleiðis til virkini, fáa nógv verri prís, enn teir størri bátarnir.

Teir fáa eisini nógv verri prís enn teir, sum selja á uppboðssølum.

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sigur, at tað er heilt vanligt, at teir, sum avreiða beinleiðis til virkini, fáa tvær, tríggjar krónur minni fyri fiskin enn tey størru skipini fáa fyri sama fisk til sama virki - ella minni enn teir fáa, ið selja á uppboðssølu.

­ Grovasta dømi, eg veit um, er, at útróðrarbátur, sum hevur avreitt til eitt virki, hevur fingið seks krónur minni fyri kilo, enn aðrir bátar um somu tíð fingu fyri sama fiskin.

­ Tá ið vit spyrja, fáa vit at vita, at tær smáu nøgdirnar, og tey fiskasløgini, útróðrarmenn avreiða, passa mangan ikki inn í framleiðslumynstrið hjá virkjunum, tí er prísurin so lágur.

Tí er útróðrarfiskurin mangan meiri til fortreð og útróðrarmenn siga, at tað ger ikki mun, hvussu góðan ómak teir gera sær at hagreiða fiskin fyri at hann skal vera so góður sum gjørligt - prísurin hækkar ikki kortini.


Kann ikki halda fram

Chris Jan Michelsen sigur, at hetta kann ikki halda fram.

­ Skulu útrórðarmenn yvirliva er tað alneyðugt at fáa prísin upp hjá teimum, sum avreiða beinleiðis til virkini. Marginalarnir eru smáir í fiskivinnuni og tí telur hvørt oyra.

­ Skal útróðrurin liva upp til krøvini í dag um eina burðardygga fiskivinnu, er tað lívsneyðugt at seta onkur tiltøk í verk, sum kunnu føra hægri prís við sær.

Meginfelag Útróðarmanna hevur eina tíð arbeitt við tankaunum um at gera eina innsavningarskipan so at útróðrarfiskurin verður savnaður saman og seldur í størri nøgdum.

Sunnudagin kallaði MÚ útróðrarmenn til fundar í Havn at vita um áhugi er fyri hesum.

­ Útróðrarmenn úr øllum landinum vóru møttir á fundinum og teir vóru ógvuliga áhugaðir í at meginfelagið arbeiddi víðari við ætlanini, sigur Chris Jan Michelsen.

Hann sigur, at ein fortreyt fyri at fáa eina slíka innsavningarskipa at rigga, er, at tað vera hampiligar nøgdir at flyta. Annars verður flutningurin ov dýrur.

­ Hinvegin verður flutningurin nokk so bíligur, beinanvegin talan verður um hampiligar nøgdir.

Hann sigur, at tað er ongin ivi um, at skjótt kemur kravið um, at útróðrarmenn skulu hava ís við.

­ Møguliga ber til at sameina tær skipanirnar, so at bilarnir koyra ís út og taka fisk heimaftur við, fyri at fáa flutningskostnaðin niður.

Ein flutningsstudningur er í gildi og ætlanin er eisini at royna at innarbeiða hann í skipanina onkusvegna.

­ Men fáa vit flutningsstuðulin, og hampiligar nøgdir, skuldi tað loyst seg at gjørt eina slíka flutningsskipan- og at fingið hægri prís fyri fiskin, hóast flutningsútreiðslur eru, sigur formaðurin í MÚ.



Klára til komandi várróður

Men tað vil so aftur siga, at fortreytin fyri eini slíkari innsavningarskipan, er, at tað eru ávísir bátar, sum rógva út fast og kunnu tryggja eina levering.

Chris Jan Michelsen sigur, at nú er ætlanin at leggja hugskotið fyri tey ymsu, lokalu útróðrarfeløgini at vita, hvat tey halda um tað.

Verður undirtøka, er ætlanin at fara til verka.

Hann sigur, at enn er hugskotið so fekst, at hann hevur ikki ánilisi av, hvussu skipanin kemur at síggja út, hvussu nógvar innsavningarstøðir verða o.s.fr.

­ Men vit kunnu kanska hugsa okkum eina savningarstøð í Suðuroy, eina í Havn og eina í Vágum.

Koma sandingar uppí, skuldi onki verið vegin fyri at flutt fiskin av Sandi til Havnar.

Formaðurin í MÚ sigur, at ætlanin er at seta hesa skipanina í verk í samráð við Fiskamarknað Føroya.

Hetta er eitt risa tiltak, sum hartil er fløkt og Chris Jan Michelsen dugir ikki at siga, nær ein møgulig skipan verður sett í verk.

Men hann sigur kortini, at ætlanin er heilt avgjørt at hava eina skipan klára til várróðurin byrjar aftur.

Hann sigur, at er áhugi fyri hesum, er ætlanin at gera eina fasta skipan í samstarvi við fiskamarknaðin og leggja hana fram sum eitt tilboð til útróðrarmenn.


Hægri dygd, betri prís

Formaðurin í MÚ sigur, eitt, sum útróðrarmenn undrast a, er at dygd og prísur ikki fylgjast at.

­ Tað ger ikki mun, hvussu væl útróðarmenn hagreiða fiskin, prísurin er tann sami kortini.

Tann spurningin ætlar MÚ sær eisini at taka upp.

­ Vit ætla at ráðføra okkum við onkran áhugaðan fiskakeypara at vita, um tað ikki onkusvegna ber til at fáa hægri prís fyri væl hagreidan, spillfeskan útróðrarfisk.

Hetta er eisini í samsvari við eina frágreiðing frá Norðurlondum, sum sigur, at tað tað eru tveir mátar at fáa hægri prís fyri fiskin:

Annars mátin er at virka fiskin meiri og at gera lidnar vørur burturúr honum.

Hin mátin er at gera vørur burturúr spillfeskum fiski.