matstað hjá fólki, sum ynskir at fara út at eta. Umframt Skáan er eisini Pizzaria og Hollywood í bygninginum, sum í framtíðini fer at verða umbygdur og nútímansgjørdur til at ganga dagsins krøvum til kvalitet [...] Georg Eystan Á, sum heldur, at teir kunnu bjóða fólki eitt hugnaligt og friðaligt umhvørvi.. Teir hava júst fingið skonkiloyvið longt til ár 2002.Á myndini Georg framman fyri nýggju og snotuligu barrina. Mynd
kritisku, eiga tí part í øllum teimum, sum sótu við evstu ábyrgdini í 90?unum. Í Sosialinum týsdagin tann 17.11. finst oddagreinin at Tjóðveldisflokkinum, tí hann á einum fundi inni í Eysturoynni ikki hevði [...] n ofta í seinastuni hava endurtikið til egnan fyrimun, vóru bodnir við. Sagt verður, at Tjóðveldisflokkurin ikki torir í ein dialog, og tí vil halda javnaðarmenn uttanfyri. Men í kunngerðunum í kvøld, [...] nevna slíkan persón í fullveldiskjakinum? Teir vilja heldur ikki koma vælferðarsamfelagnum í óføri, siga teir. Hvat var tað so, sum m.a. javnaðarmenn á odda vóru við til at gera í 80?unum, tá veðhaldini
undir at lesa norrøna málfrøði. Eitt skifti las hann í Íslandi. Tá ið hann hevði tikið magistaraprógv í norrønari málfrøði í 1966 við universitetið í Keypmannahavn við serritgerð um føroyskar fólkanavnasiðir [...] itstjóri á Den Arnamagnæanske Kommisions Ordbog í Keypmannahavn, síðan starvaðist hann eitt ár á universitetinum í Illinois í USA, har hann undirvísti í norðurlendskum serliga norrønum máli. Og síðan 1968 [...] navnafrøði umframt undirvísing mest í norrønum og í málrøkt og týðing. Hann undirvísti á ársskeiðum í føroyskum, og eisini hevði hann eitt langt skifti ábyrgdina av summarskeiðunum í føroyskum fyri útlendskar studentar
Sjónleikarhúsið í Havn hoyrir møguliga , eftir at tað er renoverað , til eitt av teimum mest spennandi leikhúsunum ,av sínum slagi, í Norðurlondum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt rætt í at stuðla felagnum [...] gleðir mest er, at tann upprunaligi salurin er, sum hann var, og júst í hesum leikinum var samanrenningin millum leikara, rúm og teknikk í gamla sjónleikarhúsinum so framúr hugtakandi, at ein og hvør sum [...] gjøgnum torskildar smogur í leikverkinum við at gera tónleik sum byggir uppundir leikgongdina. At áskoðarar, sum einans kunnu vera 50 í tali, sita frammanfyri pallinum og hyggja oman í salin har Jytta Joensen
Tað var illsligt leygarkvøldið, tá skotski trolarin seint á kvøldi legði at bryggju í Havn. Leygarkvøld var og skotarnir fóru beinu leiðina niðan á Café Nátúr, har tænarnir skonktu fyri teimum. Av onkrari [...] onkrari orsøk virkaðu gjaldskortini hjá teimum ikki, og menninir høvdu bert 156 krónur í reiðum peningi,tá teir skuldu gjalda rokningina, sum var umleið 266 krónur. Hildu seg hava goldið ov nógv Tænarin fór [...] írestaðu 110 krónur av kortinum, tá goldið var áðru ferð fyri nýggja umbering av øli. Sjómenninir gjørdust í øðini og skuldsetti tænaran fyri at hava svikað, og vildu vera við, at teir høvdu goldið ov nógv. So
bleiv viðgjørdur í bólkum. Allir fýra bólkarnir førdu fram, at meiriluti var fyri at varðveita kappingina í verandi líki. Formaðurin í Havnar Bóltfelag, Gunnar Mohr, segði, at ein vansi í løtuni er, at gloppið [...] at meta um í hvørjum einstøkum føri. Hví skulu allir leikarar revsast, av tí at ein persónur hevur hugt skeivt í ferðaætlanina? Hetta er komið fyri eina ferð í 12 ár! Endamálið fer altíð vera at avgreiða [...] luttók í kapping niðri í Aberdeen var orsakað av sera góðum tilboði frá Aberdeen, ið vit ikki kundu lata vera við at taka av. Vit høvdu annars meldað avboð. Tíðin gekk undan, og tí settu vit okkum í samband
gjørt júst hetta. Á ólavsøku í ár kom hann heim við Sundaberg, og tá valdi hann at fara av. Hugurin var til at sleppa í frisørlæru, og um hálvan oktober byrjaði hann so at læra í Salong Fríðkan í SMS. Treivst [...] lærir Hans Olgar í Fríðkuni í SMS, og har er hann í teirri forkunnugu støðu, at hann hevur ein mannligan lærumeistara, nevnliga Petur Jacobsen, sum somuleiðis er úr Klaksvík. At tað júst var í Fríðkuni og hjá [...] tímar frí, og so aftur seks tímar á vakt, og so framvegis. Í sínum starvi sum frisørlærlingur í Fríðkuni í SMS, kemur Hans Olgar hvønn dag í samband við hópin av fólki. Hvønn dag sær hann nyggj andlit
velja at fara í annað starv, ið gevur meira í løn, sigur Louis Wilson. Føroysk áhugamál Arbeiðsloysið í Onglandi er minkað rættiliga nógv seinastu 2-3 árini og nógvir føroyingar royna eydnuna í London og øðrum [...] m. Í dag virkar Faroe Islands Solidarity Community sum eitt slag av føroyingafelag í høvuðsstaðarøkinum í Onglandi. Seinasta leygardag komu føroyingar og onnur, ið hava samband til Føroya, saman í donsku [...] m, sjúkrahjálparum og heimahjálpum í London í løtuni, sigur Louis Wilson, sum eigur og rekur vikarskrivstovuna Excelsior Nursing Services. Sjúkrahúsið talan er um í hesum serliga førinum er Hammersmith
búgva í meginøkinum fyri at fáa eitt gott flogbóltslið. Seinastu nógvu árini hava teir gjørt um seg í yngru deildunum, og nú ungdómarnir vaksa til, eru tey »har suðuri« eisini farin at gera um seg í vak [...] Leikararnir eru ungir og klára tær at halda saman í nøkur ár afturat, so verða tær rættiliga ovarlaga í meistaradeildini. Ikki tí, tær endaðu eisini ovarlaga í fjør, men enn vantar eitt trin upp á ovastu rók [...] TB hevur, sum annað av tveimum feløgum, tvey lið í meistaradeildini og tey gera sítt ítarsta fyri at fáa sum mest burturúr. Tá eitt felag hevur tvey lið í bestu deildini, so verður ofta so at annað er framúr
Kvinnufótbóltur er í dag ein av skjótast vaksandi ítróttargreinum í Europa, men tá ætlanir skulu leggjast fyri framtíðina, má tað havast í hyggju, at menningin hevur verið ójøvn frá landi til land. Meðan [...] summi av europeisku fótbóltssambondunum fyrireika teirra landslið til HM-endaspælið, sum verður í USA í juni komandi ár, eru onnur, sum framvegis arbeiða við at fáa eitt landslið og eina landskapping upp [...] Nicole Mouidi úr Schweiz, sum er altjóða góðkendur dómari í kvinnufótbólti, greiddi frá, hvussu hon hevði strítt seg upp á tað støðið, hon er á í dag, meðan Elisabeth Loisel gav eina hugvekjandi frágreiðing