Boð eftir føroyskum sjúkrasystrum til London

- Trotið á sjúkrasystrum í Onglandi, serliga London, er ógvuliga stórt í løtuni og í tí sambandi er boð eftir 5-6 føroyskum sjúkrasystrum til kenda Hammersmith Hospital, sigur Louis Wilson stjóri á vikarskrivstovuni Excelsior Nursing Services

- Tørvurin er serliga stórur á sjúkrasystrum til skurðgongirnar, men yvirhøvur er stórt trot á sjúkrasystrum, sjúkrahjálparum og heimahjálpum í London í løtuni, sigur Louis Wilson, sum eigur og rekur vikarskrivstovuna Excelsior Nursing Services.

Sjúkrahúsið talan er um í hesum serliga førinum er Hammersmith Hospital, sum er eitt kent sjúkrahús, har nógv lækna- og sjúkrasystralesandi fáa sær útbúgving og arbeiðsroyndir. Excelsior Nursing Services útvegar teimum, ið søkja, bústað á einum starvsfólkaheimi, sum er knýtt at sjúkrahúsinum.

Lønin hjá sjúkrasystrunum liggur um 13 pund um tíman og tað er ein hampulig løn í Onglandi.

- Lønarlagið í Føroyum er hægri enn hjá okkum, men eg haldi, at tað er líka so nógv upplivingin, ið eigur at telja við. Tað at koma til London og síggja og uppliva býin, sigur Louis Wilson.


Nógv virksemi

Vikarstovan hjá Louis Wilson hevur nógv viðskiftafólk, serliga ellisheim, sjúkrahús og annars privatfólk, sum hann útvegar starvsfólk og avloysarar til. Føroysk konufólk hava roynt seg í tílíkum størvum við góðum royndum.

Louis Wilson vónar at fáa 5-6 føroyskar sjúkrasystrar til London at arbeiða. Hví trotið er so stórt á sjúkrasystrum í Onglandi í løtuni, sigur Louis Wilson.

- Búskaparstøðan er rættiliga góð júst nú, nógv virksemi er á sjúkrahúsunum og tað hevur ført við sær stóra tørvin á bæði útbúnum og óútbúnum røktarstarvsfólki. Og orsakað av stóra trotinum á sjúkrasystrum kunnu tær velja og vraka millum tilboðini. Ikki so fáar sjúkrasystrar velja at fara í annað starv, ið gevur meira í løn, sigur Louis Wilson.


Føroysk áhugamál

Arbeiðsloysið í Onglandi er minkað rættiliga nógv seinastu 2-3 árini og nógvir føroyingar royna eydnuna í London og øðrum størri býum í Onglandi.

- Tað er serliga á matstovum, barrum, hotellum, sigur Louis Wilson.

Hví Louis Wilson roynir eftir sjúkrasystrum í Føroyum er ikki heilt tilvildarligt. Hann er hálvur føroyingur og hevur tí stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum. So stóran at hann fyri nøkrum árum síðani stovnaði felagsskapin Faroe Islands Solidarity Community, ið hevur til endamáls at bøta um umdømi Føroya í Onglandi og at svara herferðunum hjá umhvørvisfelagsskapunum ímóti grindadrápi aftur. Og tað kann ikki sigast annað enn at hava eydnast væl, tí í løtuni stendur føroyska grindadrápið ikki ovast á dagskránni hjá hesum felagsskapum.

- Hesir felagsskapirnar hava brúkt fleiri 100.000 pund til herferðirnar ímóti Føroyum og til at villleiða enska fólkið, soleiðis at tey ikki skulu keypa føroyskan fisk. Men tað hevur alt verið til fánýtis, tí føroyingar hava ikki givist á hendur og hava dugað at svara aftur. Hesir felagsskapirnir hava villleitt fólk við lygnum og spyrt tú fólk á gøtuni kennir eingin Føroyar av grindadrápi, men bara frá fótbóltslandsliðnum, sigur Louis Wilson, ið sjálvur er íðin viðhaldsmaður hjá føroyska landsliðnum.

Í dag virkar Faroe Islands Solidarity Community sum eitt slag av føroyingafelag í høvuðsstaðarøkinum í Onglandi. Seinasta leygardag komu føroyingar og onnur, ið hava samband til Føroya, saman í donsku kirkjuni í London og um 70 fólk í góðum hýri møttu upp.