Jóan Símun Edmundsson avloysir Petur Knudsen

Eyðun Klakstein hevur sett boð eftir roynda toftamanninum

Mynd: FSF (Hans Erik Danielsen)

FSF skrivar:

 

Petur Knudsen verður ikki tøkur til HM undankappingardystin ímóti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli mánakvøldið. Í staðin hevur Eyðun Klakstein sent boð eftir Jóani Símun Edmundsson, sum spælir fyri KA Akureyri í Íslandi

 


Tað var í dystinum í gjárkvøldið ímóti Georgia, at Petur Knudsen noyddist skaddur av vøllinum, eftir at kviki runavíkingurin stutt framman undan var innskiftur.

 

Hvussu álvarsamur skaðin er, er ikki greitt enn, men Petur verður ikki nóg birgur til HM undankappingardystin á Tórsvølli mánakvøldið, tá Gibraltar kemur á vitjan.

 

Í staðin hevur Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum sent boð eftir Jóani Símun Edmundsson, ið spælir fyri KA Akureyri í Íslandi.

 

– Tað er deiligt at hava fingið landsliðsboð aftur, men eg eri eisini harmur um, at Petur Knudsen er blivin skaddur, og vil ynskja honum góðan bata. Nú gleði eg meg til at møta hópinum í morgin og síðani fara undir fyrireikingarnar til landsdystin móti Gibraltar, sigur Jóan Símun Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF. Skrivar FSF. 

 

Jóan Símun hevur leikt 94 A-landsdystir. Fróði Benjaminsen hevur metið við 96 A-landsdystum.

 

Mynd: FSF (Hans Erik Danielsen)