Tað var heilt merkisvert, tá ið Víkingur í dag vann 4-2 á heimavølli ímóti B36.
Meðan B36 ikki hevði spælt síðani 2-0 tapið í ólavsøkudystinum ímóti TB, so høvdu víkingarnir bara hvílt seg síðani hóskvøldið, tá ið teir vunnu 2-1 á heimavølli ímóti norðurírska Linfield.
Síðani hóskvøldið hevði Jóhan Petur Poulsen skift fimm spælarar út millum teir fyrstu ellivu. Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar, sum hava verið millum teir fyrstu ellivu í fleiri áratíggju, vóru ikki millum teir fyrstu ellivu, og tað vóru Ari Olsen, Jákup Johansen og landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð heldur ikki.
Tað hevur gingið striltið við málskjótingini hjá víkingunum higartil í ár. Bara einaferð fyrr í ár hava teir skorað fýra mál, men í dag gekk álopsspælið sum eftir ánni.
Spildurnýggjur á miðvøllinum var Arnór Brandsson, og Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen, sum hava havt ilt við at fóta sær í ár, vóru millum teir fyrstu ellivu.
Tað takkaðu teir fyri, tá ið Olaf Bárðarson í 11. minutti legði upp, og Jørgen Nielsen skoraði.
Arnór Brandsson átti uppleggið, tá ið Poul Kallsberg í fyrsta minutti eftir steðgin legði heimaliðið framum 2-1, og Jørgen Nielsen var tvífaldur málskjútti tíggju minuttir seinni, tá ið Ragnar Skála, sum var vongverji í høgru, átti uppleggið.
Stefan Radosavljevic hevur ikki verið fastur maður, síðani hann fyrr í ár flutti úr Írlandi og í Sarpugerð. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, og tá ið ein tími var farin, skoraði hann. Tá var tað vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson, sum átti uppleggið.
Eftir tap á heimavølli ímóti TB og tap í dag ímóti Víkingi, sum ikki var í stinnastu útgávu, hevur B36 mist nógv í kappingini um fjórða plássið. Nú kappingin er tveir triðingar gomul, eru tað fimm stig frá Víkingi á fjórða plássi og aftur til B36, sum er nummar fimm.
Í dag var tað vongverjin í høgru Símun Sólheim, sum tveir minuttir undan steðginum javnaði til 1-1, og sjey minuttir undan leikloki var tað liðformaðurin Hannes Agnarsson, sum minkaði um munin til 4-2.
B36 royndi at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki væl at vinna góðar støður og upplagdar málmøguleikar.
Annað mánakvøld fær B36 vitjan av KÍ, sum hóskvøldið fer at spæla í Ungarn. Í dag var tað ikki fyrimunur hjá B36 at spæla ímóti liði, sum fyri fáum døgum síðani spældi í Europa.
Víkingur – B36 4-2 (1-1)
1-0: Jørgen Nielsen
1-1: Símun Sólheim
2-1: Poul Kallsberg
3-1: Jørgen Nielsen
4-1: Stefan Radosavljevic
4-2: Hannes Agnarsson
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Hans Jákup Arngrímsson – Ragnar Skála, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Stefan Radesavljevic, Arnór Brandsson – Poul Kallsberg, Jákup Johansen Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Børge Petersen, Rói Hansen – Ragnar Samuelsen, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Hannes Agnarsson – Filip Djordjevic