Matstovan er nútímansgjørd, og er ætlanin at gera Skáan til eitt hugnaligt og gott matstað hjá fólki, sum ynskir at fara út at eta. Umframt Skáan er eisini Pizzaria og Hollywood í bygninginum, sum í framtíðini fer at verða umbygdur og nútímansgjørdur til at ganga dagsins krøvum til kvalitet á møti. Ætlanin er eisini at hava gistingarmøguleikar á økinum. Dagligur leiðari er Georg Eystan Á, sum heldur, at teir kunnu bjóða fólki eitt hugnaligt og friðaligt umhvørvi.. Teir hava júst fingið skonkiloyvið longt til ár 2002.Á myndini Georg framman fyri nýggju og snotuligu barrina. Mynd Jens K. Vang