TBa vant burtur úr Fleyr b

Flogbóltur, kvinnur: Tvørágenturnar í TB eru heilt frammi í oddinum í meistaradeildini í flogbólti. Farna vikuskiftið gekk tað út yvir Fleyr b

TB hevur víst, at tær ikki nýtist at búgva í meginøkinum fyri at fáa eitt gott flogbóltslið. Seinastu nógvu árini hava teir gjørt um seg í yngru deildunum, og nú ungdómarnir vaksa til, eru tey »har suðuri« eisini farin at gera um seg í vaksnamannadeildini. TB hevur, sum annað av tveimum feløgum, tvey lið í meistaradeildini og tey gera sítt ítarsta fyri at fáa sum mest burturúr.

Tá eitt felag hevur tvey lið í bestu deildini, so verður ofta so at annað er framúr gott, meðan hitt er »minni gott« og soleiðis er eisini á Tvøroyri.

TBa er eitt stak gott lið, sum hevur tíðina fyri sær. Leikararnir eru ungir og klára tær at halda saman í nøkur ár afturat, so verða tær rættiliga ovarlaga í meistaradeildini. Ikki tí, tær endaðu eisini ovarlaga í fjør, men enn vantar eitt trin upp á ovastu rók.

Um vikuskiftið var TB a og vitjaði Fleyr b í Havn og tann dysturin gjørdist ein skjótur dystur, tá sæð verður burtur frá fyrsta setti. TB vann fyrsta sett 15-6, men tað vardi í ein hálvan tíma,

tí spælið var rættiliga skiftandi. Men tað var ongantíð ivi um at TB var betra liðið.

Tær hava eitt skipað álopsspæl og á liðnum eru fleiri leikarar sum eru framúr góðir. Sláa hart og neyvt og tað ger tað trupult hjá mótstøðuliðunum.

Tá mótstøðuliðið so ikki er í serlig góðari venjing, verður uppaftur verri at fáa nakað burtur úr og tað er júst ein av trupulleikunum hjá Fleyr b. Leikararnir, sum eru við hava, sum skilst, ikki beinleiðis ambitiónir um at gera so nógv við venjingina, og tá verður trupult at fáa nakað munagott burturúr dystunum.

Annað sett gjørdist væl styttri enn fyrsta og nú sást, um møguligt, enn týðuligari hvat av liðunum lá í ovaru rók og hvat lá niðari. TB vísti tað sum eftir var av dystinum at tað vóru tær, sum vóru sterkara liðið og vunnu annað sett 15-5.

Triðja og seinasta settið í dystinum var ein avgreiðsluspurningur. TB vann settið 15-4 og harvið dystin 3-0. TB liggur nú rímuliga væl fyri í kappingini beint eftir Mjølnir, sum fer at verða tað liðið, sum liggur fremst, tá til stykkis kemur. TB hevur spælt móti Mjølni í Klaksvík og tann dystin taptu tær 3-0. Men um ikki so langa tíð skal Mjølnir til Tvøroyrar, og tá kundi meiri enn so hent seg, at TB-genturnar fáa sagt takk fyri síðst, tí tær hava víst, at tær eru sterkar á heimavølli.

Hjá Fleyr b stendur harafturímóti einki til. Tær hava tapt allar sínar dystir og um tær ikki taka annað skinn um bak, so tapa tær eisini teir dystirnar sum eftir eru.


Dráttur vann móti TBb

Seinasti dysturin í hesum umfarinum var millum oddaliðið hjá kvinnunum, Drátt og b-liðið hjá TB. Henda dystin vann Dráttur, sum á tann hátt syrgdi fyri, at tær framvegis eru við í kappingini um heiðursmerkini. Dráttur hevur eitt gott lið, sum kann geva øllum hinum liðunum trupulleikar á einum goðum degi.

Spælararnir eru royndir og vita tí hvat skal til fyri at vinna. Hartil kemur, at Dráttur er eitt sera gott heimalið og tað er torført hjá mótstøðuliðunum at fáa stig við sær úr høllini á Giljanesi.

Hetta seinasta fingu tvørágentur eisini at føla um vikuskiftið, tí Dráttur gjørdi ikki mætari enn at vinna dystin við trimum settum móti ongum.