Mangan fuku neistarnir undir hamrinum í orðasmiðjuni, og dúgliga varð blást í smiðjubjølgin. Hóast smiðurin hevur lagt frá sær, gongur hann stundum fram at stiðjanum og trívur eftir hamrinum. Treyðugt so.
Eg veit væl, at tað ikki er heilt rætt at taka eitt brot burtur úr eini heild og so nýta tað í einum heilt øðrum samanhangi, men eg fari kortini at loyva mær at gera tað her. Mær rann í hug sálmaregluna: »Fyri tí tú veitst er rætt doyggj, um so má vera«. Og eg haldi at henda regla hóskar so ómetaliga væl til tann mannin, sum í dag fær sømdargávuna úr Grunni Kristians á Brekkumørk. Hann doyr ikki fyri sínum sjónarmiðum, gaman í, men hann livir fyri sínum sjónarmiðum. Hann er hugsjónarmaður, bæði so og so, so tað stendur eftirí. Eg fari nú at loyva mær at gita, hvørjir tankar bilgjast innan í hesum manni í dag. Fyri mær er eingin ivi, at maðurin, sum sømdargávan verður latin, er ómetaliga stoltur og fegin av at vera ein teirra, sum verður heiðraður við júst hesi sømdargávu, tí Kristian á Brekkumørk er sami maður sum Chr. Matras, soleiðis nevndu viðoyingar hann. Og tað er tað, sum ger munin, tí Chr. Matras er ikki ein harra hvør sum helst. Paulus sigur um seg sjálv-an í Ápostlasøguni, at hann varð upplærdur við føtur Gamaliels. Gamaliel var víðagitin løgkønur maður, og síðan hansara dagar hevur verið tiltikið at sita við Gamaliels føtur. Hesin maður, sum í dag verður heiðraður, hevur eins og Paulus sitið við Gamaliels føtur eins og so mong onnur og nomið sær kunnleika um sítt yrki. Og tað var ikki hissini lærimeistari hann fekk, ongan minni enn mannin tann, sum henda sømdargáva ber navn eftir, nevniliga málfrøðingin og yrkjaran Chr. Matras. Men dvølin við føtur hins vísa og lærda letur tær tað dýra gullið og tann førning, sum tú hevur í viðføri longri fram á vegin, sum Heðin Brú tekur til í Fedranna talu. Og eingin veit betur enn tann, sum hevur arbeitt saman við hesum manni, hvussu høgt hann metir sín lærumeistara. Orð sum t.d. Kristian segði altíð, Kristian plagdi at siga, Kristian plagdi at gera, Kristian helt, Kristian og Marianna, heima hjá Kristiani og teimum o.s.fr. hesi orð, siga nakað um ta virðing, sum hann hevði fyri sínum lærumeistara. Tí haldi eg, at hann bæði er stoltur og fegin og kanska eitt sindur rørdur eisini.
Heðin Brú sigur soleiðis í Fedranna talu:
lívlát er ikki deyðin,
lívlát er hetta at seta
førningin av sær við vegin,
tað sum frá fedrunum
goymdist
og sum tú sjálvur søkti,
meðan tú førkaði fótin.
Sonurin tekur aftur viðføri
títt at bera longur fram
á vegin.
Vit kundu fyri tað endurgivið alla yrkingina hjá Heðini Brú, tí hon hóskar so avbera væl til mannin og høvið her í dag, tí hon viðger teir stóru eksistentiellu spurningarnar, hvat vit gera, meðan vit eru á lívi, hvat tað er at liva o.s.fr. Heðin Brú viðger tann stóra týdning, sum mentanararvurin hevur fyri eitt fólk sum okkum, tí
hevur tú einki at flýggja
uttan ta tómu tægu
ert tú ein deyður maður
Tægan hjá Heðini Brú var ikki tóm, og tægan hjá tí manni, vit heiðra í dag, er heldur ikki tóm. Tægan er á tremur við orðum, og har skyggja m.a. orð sum telda, hugburður og bingja. Hjá fámentari tjóð sum okkara er mentanararvurin ein stór ábyrgd, tí svíkur ein liður, kemur skjótt hóttafall á, og tá liggur okkum vátt undir føti.
Heðin Brú sigur í somu yrking:
Gev hesum lítla lummin,
teir fornu slitu;
gott er at kenna hitan av
hondum, ið sleptu
Tá ið maðurin, sum vit í dag heiðra, fekk um lummin, kendi hann hitan av hondunum, ið sleptu, og ta stevnu, sum undanmenn hansara høvdu sum stavnhald, sveik hann ikki, men helt høgt í metum.
Tað eru summi fólk, sum øll kenna at navni, okkara Gamaliel og okkara Paulus eru tveir slíkir menn. Men hóast hesin maður fyrst og fremst er kendur sum málfrøðingur, so er hann so nógv annað, m.a. so er hann ikki einsamallur. Mong tykkara munnu longu hava gitt, hvør maðurin er. Hann er giftur og hevur eina konu og býr í eini bygd. Konan eitur Birna Patursson úr Kirkjubø, og har búgva tey nú. Tey eiga fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur, og abbabørnini fjølgast. Og barngóður er hann sum fáur, og blíð og fryntlig eru hjúnini at koma inn til.
Maðurin er Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Hann er skopuningur, men barnvaksin suður í Sumba. Pápi hansara Niels var lærari har suðuri. Jóhan Hendrik er elstur av trimum brøðrum. Foreldrini vóru Niels Winther Poulsen úr Skopun, og mamman var Kristianna fødd Mikkelsen av Tvøroyri. Í 1940 fluttu tey úr Sumba til heimbygdina Skopun, har ið pápin hevði fingið lærarastarv. Eftir barnaskúlan kom hann til Havnar at ganga í skúla. Síðan gekk leiðin til Keypmannahavnar at lesa, fyrst enskt og latín, men seinni fór hann undir at lesa norrøna málfrøði. Eitt skifti las hann í Íslandi. Tá ið hann hevði tikið magistaraprógv í norrønari málfrøði í 1966 við universitetið í Keypmannahavn við serritgerð um føroyskar fólkanavnasiðir, arbeiddi hann fyrst sum orðabókarritstjóri á Den Arnamagnæanske Kommisions Ordbog í Keypmannahavn, síðan starvaðist hann eitt ár á universitetinum í Illinois í USA, har hann undirvísti í norðurlendskum serliga norrønum máli. Og síðan 1968 hevur hann starvast á Føroyamálsdeildini á Fróð-skaparsetri Føroya. Eftir umbøn varð hann loystur úr starvi í fjør. Sostatt hevur hann verið knýttur á Føroyamálsdeildini í sløk 30 ár. Á Fróðskaparsetrinum hevur hann mest fingist við orðasavning, orðabókararbeiði og navnafrøði umframt undirvísing mest í norrønum og í málrøkt og týðing. Hann undirvísti á ársskeiðum í føroyskum, og eisini hevði hann eitt langt skifti ábyrgdina av summarskeiðunum í føroyskum fyri útlendskar studentar. Hann hevur verið nógv uppi í norðurlendskum málnevndararbeiði. Vónandi kunnu føroyingar eisini í framtíðini njóta gott av hansara stóru vitan um føroyskt mál. Uppískoytið til ta føryosk-donsku orðabókina og móðurmálsorðabókin eru verk, sum hann eigur sín drúgva lut í umframt vísindaligar greinir um føroyskt. Hetta skal eg ikki siga meira um her, tað verður lisið upp um eina løtu. Ikki mugu vit gloyma orðabókina í útvarpinum, sum mong munnu sakna. Kanska hann nú hevur tíð at fara undir tær sendingarnar aftur. Hann var orðabókin. Jóhan Hendrik myndaði Setrið úteftir, og gjørdist sum fráleið ein ímynd av Setrinum og Føroyamálsdeildini: Setrið var hann ella hann var Setrið.
Sum ein, ið hevur arbeitt tætt saman við Jóhan Hendriki nú í mong ár, fari eg at nýta høvi at takka honum fyri ta tíðina, sum vit fingu høvi at arbeiða saman, og tað er fyrst og fremst arbeiðið við móðurmálsorðabókini. Eg øvundaði honum mangan hansara eldhuga og vitan um føroyskt. Og eg fari samstundis at takka honum fyri eggjan og vælvild, hann sýndi okkum yngru, hvølpunum, og eisini mær persónliga. Vit vóru ikki altíð samdir, men soleiðis eigur tað at vera. Jóhan Hendrik plagdi onkuntíð at siga, at tá ið hann og Kristian arbeiddu saman í Keypmannahavn á sinni, tá ivaðist Kristian mangan í tí, sum Jóhan Hendrik segði honum um, hvussu føroyingar tosaðu. Hetta vísir, at málið er ein livandi vera, sum er í støð-ugari broyting. Tað ið Jóhan Hendrik fekk upp í tæguna frá Kristiani, læt hann okkum yngru sleppa at kaga í og leita eftir tí dýra gulli.
Eg spyrji mangan meg sjálvan, hví er hann so gamaldags? Hví súkklar hann í staðin fyri at koyra, og hví rør hann og siglir hann við seglum, langt eftir at motorur er komin í hvørja jollu? Hetta ger hann til júst hann. Tá ið Ketil og Kálvur fóru til Sørvágs í grind, valdu teir ikki ta høgligastu leiðina. Teir fóru ikki bara til gongu, hóast bæði bilar og motorbátar vóru komnnir, nei, teir fóru enntá eftir teirri gomlu bygdargøtuni og ikki eftir vegnum. Men teir komu eisini fram og fingu sín grindapart. Nei, svarið er ikki so einfalt, hetta eru nøkur lyndiseyðkenni sum er partur av gomlum lívsvirðum. Men vit eru góð við hesar serknokkarnar, tí teir umboða nakað upprunaligt føroyskt og gamlan føroyskan hugsanarhátt.
Eg hugsi ikki, at Jóhan Hendrik kundi fingið eitt betur hóskandi kelinavn enn orðabókin, eg sigi við vilja ikki eyknevni, tí tað er niðrandi. Tað er í roynd og veru eitt sera positivt og dámligt kelinavn, og eg hugsi neyvan at honum stendst við tað. Eg havi enntá hoyrt onkran siga, at orðabókin var í grind. At enda fari eg at ynskja Jóhan Hendriki, Birnu og øllum hansara næstu hjartaliga til lukku við sømdargávuni úr Grunni Kristians á Brekkumørk. Í fyrstani var orðið ? orðið.